Válandi heim

    Orð og lag: Magnus á Stongum

    Gævi at eg kundi sungið eitt lag
    sum hjarta mítt kvøður hvønn einasta dag
    um tún og um teigar á heimligum stað
    har fløvin av hondum í sleptu er nær

    Gævi eg aftur á Sandinum stóð
    tá sjógangur niðan í áirnar vóð
    tá vitið var lítið og verðin var stór
    áðrenn eg nakrantíð heimanfrá fór

    Válandi heim eftir Niðara vegi
    veri tað nátt ella á alljósum degi
    kínir mítt eyga hvørt gil og hvønn stein
    kenni meg aftur og vælkomnan heim

    Vágagellan

    Orð: Jóan Jakku Guttesen
    Lag: Magnus á Stongum

    Kastar og heintar og filar og dregur,
    tolin hon bíðar til eg bíti á.
    Tað er bert eitt, hon í kvittanum hevur,
    ætlar sær fong heim til húsa við sær.
    Kaldur og sveittur, ein ørvitisfiskur,
    eri eg, tá vágagellan er nær.

    Fast er, ei nyttar at skrykkja ímóti.
    Fast er, hon dregur meg, hvagar hon vil.
    Hvat skal eg siga, og hvat skal eg gera,
    eg havi mist alt mítt vit og mítt skil.
    Lat meg bert tiga, lat hana bert ráða;
    eingin er sum Vágagellan hjá mær.

    Hon krøkir seg í meg og slítur meg sundur,
    fýkur avstað við mær, eg veit ikki hvar.
    Einki kann bjarga mær, hon er eitt undur,
    eg eri ein drumbur og eg fylgi við.

    Bakka fram

    Orð og lag: Jóan Jakku Guttesen

    1. Ongantíð vart tú borin á lógvum,
    tú fórt ikki úr skúla við prógvum,
    ongantíð hevur tú sitið í flógvum
    sessum og bara dusað tær.

    2. Legði til brots, tá tú vart so frægur,
    baldist á sjónum og royndist sum maður,
    árini slitu, tí strævin var dagur,
    nú hevur heilsan svikið teg.

    Jú tú, jú tú, víst ert tú aftur
    – jú tú, jú tú, jú mín sann –
    vigaður og funnin ov lættur,
    tú hevur altíð bakkað fram.

    3. Stendur tú nú her sum ein hundur,
    pikkar á dyrnar og væntar eitt undur.
    “Kom aftur seinni, tí her er fundur!
    Aftur ein kreppa fyri stavn.”

    4. Fundurin lokin og úrslitið skrivað:
    Alt ov leingi hevur tú livað
    yvir evni og brúkt, sum teir siga,
    yvir gevind og meir afturat.

    Babba

    Orð og lag: Magnus á Stongum

    Babba má ikki forstýrast,
    babba er móður í dag,
    babba má stríðast sum fýra.
    Góði minst altíð til tað.

    Babba er álitismaður
    við honum í fillur alt fer,
    babba er føði og klæði,
    far út og spæl góði Per.

    Gloym ikki barnaløtan kemur klokkan sjey,
    her er ein króna, goym nú væl.
    Legg tær í geyma fyrst og síðst á hesi ferð,
    at her er lív og einki spæl.

    Babbar mugu ikki forsýrast,
    babbar eru álitismenn.
    Babbar mugu stríðast sum fýra,
    komið nú allir í senn.

    :,: Hvat er tað besta her í verð,
    man ikki babba bestur ber,
    sum vøkur hvørvisjón hann fer
    til morgindagin meðan tíð enn er :,:

    Upp á tá

    Orð og lag: Jóan Jakku Guttesen

    1. Hon er her í kvøld, stendur har so svinn,
    hyggur onkran annan veg, tá eg tríni inn,
    letur sum um hon ikki visti av,
    at tá av er tornað, kemur hon við mær.

    Niðurlag: Upp á tá leitar hon,
    upp á tá sveimar hon,
    skimast rundan um seg,
    hyggur eftir mær.

    2. Og nú trínir hon spelkin fram á gólv,
    yndislig og von, líkasæl og køld.
    Men eg síggi tað, eingin annar sær,
    síggi at hon dansar bara fyri mær.

    3. Onki hóvasták ger hon burtur úr,
    tá hon biður meg koma út í tún.
    Veika hjarta mítt togar hon við sær
    fram um hundrað onnur gjøgnum larm og vas.

    Annan sang

    Orð og lag: Jóan Jakku Guttesen

    Her standi eg í havnargøtum og lýði á
    Meðan hinumegin vegin
    stendur kinnreyð og fegin
    Hon og sigur frá
    um hin stóra dagin, tá ið hon friðin fann,
    og eg hugsi við mær sjálvum
    at tann friðin sum eg átti
    tók hon við sær tá

    Fyrr sang hon sangir um kerligheit
    um erotikk yvirhøvur
    nú syngur hon um ta stóru herligheit
    sum hon fann millum systrar og brøður

    Hennara mjúka rødd ein kaldan vetrardag
    vekir minnir, sum eg royni
    krógva burtur, men eg gloymi
    bæði tíð og stað.
    Hómi annan sang og onnur eygnabrá
    og eg hugsi við mær sjálvum
    at eg havi altíð verið hálvur
    líka síðan tá