Komið, treingjandi og fátæk

    Orð: Joseph Hart
    Lag: Jean-Jacques Rousseau, Paul Ami Bost, William Walker, Bárður á Lakjuni
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Komið, treingjandi og fátæk,
    veik og sligin, sjúk og sár!
    Jesus eigur mátt og vilja,
    hoyrir róp og sær hvørt tár.
    Nú, tú armi, ver vælkomin!
    Kom og vinn tær sælan lut!
    Einfalt álit á Guds Soni,
    tað er leiðin fram til Gud.

    2. Ivast ikki, ver ei ræddur,
    einki bøt, kom, sum tú ert!
    Alt, ið tú kanst ofra Gudi,
    er eitt brotið hjarta bert.
    Komið, syndafull og fallin,
    niðurboygd av tungum stríð!
    Bíða ei, til tú ert betri!
    Tá tú kemur onga tíð.

    Mítt hjarta tilhald hevur

    Orð: Hans Adolph Brorson
    Lag: Carl August Nielsen
    Týtt: Axel Tórgarð

    1. Mítt hjarta tilhald hevur,
    har Jesus føddur var.
    Mín hugur hagar dregur,
    sítt mið hann hevur har.
    Har býr mín longsul inni,
    har fær mín trúgv alt gott.
    Tú fert mær ei úr minni,
    tú fagra jólanátt.

    2. Men sum tað ljóðar løgið
    og ilt at hugsa sær,
    at heimsins kongur høgi
    í fjósi borin var.
    At himins dýrd og heiður,
    Guðs orðið, ið varð hold,
    so lítla virðing eigur
    á hesi neyðar fold.

    3. Væl leitað verður eftir
    tí perlu, burt er mist;
    gimsteinur verður settur
    í gyltu krúnu vist.
    Ta búnu frukt teir grýta
    ei út sum burturkast,
    skal eg at Guði líta,
    har bara armóð sæst?

    4. Hví mundi høllin vera
    ei prýdd og skrýdd tann dag?
    So væl tað læt seg gera,
    gavst tú bert boð um tað.
    Hví vart tú ei tann drongur,
    í ljósi sveipti seg?
    Á leistum leyp hvør kongur
    tá at tilbiðja teg.

    5. Hví varð ei himin tandur
    út fyri tær sum tjald,
    hvør stjørna kynd sum brandur,
    tú himinhetja bald?
    Hví var ei opinberur
    og krubbu tíni hjá
    tann mikli einglaherur
    til vernd og verju tá?

    6. Nei, Jesus hann má liggja
    nú hesi góðu jól,
    har biddarin má tiggja
    sær vetrarvist og skjól.
    Í hoyggj hjá øðrum mátti
    hann verða lagdur tá,
    hann sjálvur ikki átti
    so mikið sum eitt strá.

    7. Ein spurvur eigur reiður,
    tað bæði trygt og gott.
    Og svalan tilhald eigur,
    har hon kann liggja nátt.
    Eitt ljón man bøli eiga,
    tá tað til hvíldar fer.
    Skal Guði ból eg reiða
    í fjósi, fremmant er?

    8. Nei, hjarta, sál og sinni
    skal nú upp latast tær.
    Her skalt tú búgva inni,
    kom, Jesus, gist hjá mær.
    Tað er ei fremmant býli,
    so dýrt tað keypti tú.
    Nú tryggur her tú hvíli
    í kærleika og trú.