Syng góða syng

    Orð og lag: Holgar Jacobsen

    Óðveður dukar so hart á mín rút
    Trong er mín stova og eg noyðist út
    Vindarnir blæsa av høgættar leið
    Tað er kalt har sum teir koma frá

    Andana veikleiki er nú á mær
    royni at fjala so eingi tað sær
    innan er sálin eitt innantómt hol
    er ein meining hvar kemur hon frá

    Syng góða syng ein sang fyri mær
    Syng mær um eydnu og ljós
    Eg ei eri mentur-nú alt tykist svart
    Verð verja mín á myrku nátt

    Hvat eg enn royni eg fái ei frið
    har tað er fløvi eg gangi framvið
    daprastu skuggar nú løgdust á meg
    Eg spyrji men fái ei svar

    Hvar er tann leistur í loysa meg kann
    bara eg visti eg fór vegin fram
    Høgættarvindar av fjarari leið
    Tað er kalt har í teir koma frá

    Eitt kvøldið so síðla

    Orð: Annika Hoydal
    Lag: Norskt fólkalag

    Eitt kvøldið so síðla, til hvíldar eg fór
    sorg visti eg meg ei at hava.
    Frá gentu míni tá komu eini boð
    til hennara eg noyddur var at fara.
    Ongan meir enn hana havi eg elskað.

    So gekk eg mær innar í hennara búð
    sum altíð eg var vanur at gera.
    Har stóðu tær moyggjar í stórari sorg:
    gentu mína deyðin hevði tikið.
    Onga meir enn hana havi eg elskað.

    So gekk eg mær út á ta grønu ong
    har hoyrdi eg klokkurnar ringja.
    Eit annað eg kendi – ei øðrum visti av
    enn hjarta mítt sundur fór at støkka.
    Onga meir enn hana havi eg elskað.

    Munnu trø nú vaksa inn í himmalin

    Orð og lag: Holgar Jacobsen

    Hvar er lívsins gongd uppskrivað
    Hvør er lagnan ið tú fekk
    Eru tár tú ongantíð fekk opinberað
    Er ein tungur burður innaní
    Tú spyr hvar hann kom frá
    Eru tankar tínir farnir fjalda leið

    Kunnu menniskju enn tosa
    Tosa alt ov nógv við hvørt
    Um tann trega í bert hini
    mugu bera
    Eru rósukransar runt um tey
    Ella er tað haturssvørð
    Munnu trø nú vaksa inn í himmalin

    Hvar vil tú fjala teg
    Hvar vil tú standa fram
    Er tokutos títt fjart frá lívsins strond
    Tú neyvan fær tað svar tú ynski
    hevur um
    Munnu trø nú vaksa inn í himmalin

    Um teir køldu vindar blæsa
    Blæsa teir so bert á teg
    Fjaldir tankar,ofta tungt er ok at bera
    Man eitt tokutám tær geva svar
    Er mjørkin vinur tín
    Munnu trø nú vaksa inn í himmalin

    Hvar vil tú fjala teg
    Hvar vil tú standa fram
    Er tokutos títt fjart frá lívsins strond
    Tú neyvan fær tað svar tú ynski
    hevur um
    Munnu trø nú vaksa inn í himmalin

    Tíni eygu

    Orð og lag: Holgar Jacobsen

    Tíni eygu siga meir enn túsund orð
    um eitt likam trongt av neyð
    Tínir varrar og vakra dimma hár
    Standa livandi hjá mær

    Tá vit hittust-alt tyktist
    ljóst og gott
    Sjótt bar eydnan aðra leið

    Tíni eygu-tey siga mær enn alt
    Um í lívstámi er fjalt
    Tungar løtur og afturstig so mong
    Hóttandi á lívsins strong

    Tá vit møttust-alt tyktist
    ljóst og gott
    Brátt bar eydnan aðra leið

    Tínir tankar-títt hugalag so gott
    Boða frá at ei er nátt
    Handan roðan ein
    morgunglæma kám
    Birtir vón um nýggjan dag

    Krevja eitt svar tað kunnu vit ei
    Hetta er jú lívsins leið