Í oyðimørk burtur av slóðaðum vegi

    Orð og lag: Torkil Beder

    1. Í oyðimørk burtur av slóðaðum vegi
    har royndi eg leingi at finna ta gleði,
    ið frið kundi geva og grøða mítt hjarta,
    tí frið eg ei kendi, ei ljósið hitt bjarta.

    2. Í oyðimørk gekk eg, tað kann eg nú síggja,
    og mær var í huga frá Guði at flýggja.
    Tá sá eg tað ikki, tí blindað var eygað,
    eg dugdi ei skyna, mín leið gekk mót deyða.

    3. Mær tókti so mangan, eg frið hevði funnið,
    mær gleði í hjarta eg nú hevði vunnið!
    Tó stokkut var stundin, burt gleðin varð máað,
    í hjartanum ófriður aftur man ráða!

    4. Tó Harrin var góður og ikki mær slepti,
    á Golgata heyggi Hann Lívið mær keypti.
    Hann leitaði leingi, at enda Hann fann meg,
    eg boyggja meg mátti, Hans kærleiki vann meg.

    5. Nú kann eg ei annað enn Harranum prísa,
    tí Hann vildi náði og miskunn mær vísa;
    at Harrin er kærleiki, syndarum bestur,
    eg fegin vil vitna, til hjarta mítt brestur!

    Við náði í Guðs hjarta

    Orð: Carl Olof Rosenius
    Lag: Carl Nielsen
    Týtt: Torkil Beder

    1. Við náði í Guðs hjarta,
    sum Jesus okkum vann,
    tá hann leið deyðan svarta
    for syndasekan mann,
    eg eina meg vil ugga.
    Mín trúgv og alt, meg ber,
    er fjalt í náðiskugga,
    um Sátan vreiður er.

    2. Á náði mær í hjarta
    eg hvíldi drúgva stund,
    í syndamyrkri svarta
    eg fann ei trygga grund.
    Eg trúði, tá eg kendi,
    mín synd nú vunnin var;
    í mótloysi eg lendi,
    tá hon tó sigur bar.

    3. Men í tí svára stríði
    gav Guð mær greitt at sjá,
    at betri grund hann legði
    hjá mær at hvíla á.
    Á náði í Guðs hjarta,
    sum Jesus okkum vann,
    tá hann leið deyðan svarta
    for syndasekan mann.

    4. So tíðum má eg læra,
    at undarligt tað er,
    eg brennandi kann vera,
    og so er kalt og gler.
    Eitt má eg greitt mær gera:
    hjá Guði skiftir ei,
    til háð og spott skal verða
    mítt egna ja og nei.

    5. Tann ogn, sum mín er vorðin
    við Kristi dýra blóð,
    í dópinum mær borin,
    bert hon er føst og góð;
    hon hvílir í Guðs hjarta,
    og á tað gávubræv,
    úr krossins myrkri svarta
    Guðs sonur okkum gav.

    Vár trúgv várt fasta álit er

    Orð: J.H. Schrader / Brorson
    Týtt: Torkil Beder

    1. Vár trúgv várt fasta álit er,
    at Guð vil okkum náða,
    sum vit ei kunnu taka her,
    men bert við anda fáa,
    í hjartadýpi haldgóð grund,
    bygd á Guðs orð um náðifund
    og sáttmála í Kristi.

    2. Vár trúgv ein vøkur perla er,
    ein dýrgripur at eiga,
    Guðs frið til bangnar sálir ber,
    vil oss til gleði leiða.
    Tað eingin sær, hon greitt kann sjá,
    at fast Guðs lyfti standa má:
    hann Faðir vár vil vera.

    3. Um stundin myrk meg sígur á,
    og døpur syndaminni
    seg troka fram úr hjartavrá,
    mín sál tó frið skal finna.
    Eg fullvæl veit, stór synd mín er;
    men størri boð Guðs orð mær ber:
    tín synd skal strikað verða!

    4. Tað orð, tað orð meg tryggan ger
    og er mítt akker besta,
    tá ivi gjøgnum hjartað fer,
    vil ófrið í mær festa.
    Ei óttin meir skal valdið fá,
    í trúgv eg náði Guðs kann sjá,
    og hjartað finnur hvílu.

    5. Eg veit, at mennast skal vár trúgv,
    tá fram í stríð vit ganga;
    vil ivi seta í mær búgv
    og freisting hugin fanga,
    mítt trúarsvørð seg hevjar hátt
    og berjir niður heljar mátt,
    ið mær vil trúnni forða.

    6. Veit mær, Guð Faðir, alla tíð
    í hesi trúgv at verða,
    í henni eiga sálarfrið,
    mín gerning allan gera!
    Guðs andi vitnar í mær svá,
    at eg í hesi trúgv skal fá
    til himna heim at vinna.

    Statt upp, mín sál, á morgni fró

    Orð: W.A. Wexels
    Týtt: Torkil Beder

    1. Statt upp, mín sál, á morgni fró
    og syng nú Guði takkarljóð,
    lat klagu tína burtur tagna
    og páskasól við gleði fagna!
    O, sæla páskamorgunstund
    mær gyllir lund!

    2. Tey gleðiboð mær berast her,
    at heljar máttur brotin er;
    tí hann, sum var av deyða vigin,
    úr døkku grøv er aftur stigin.
    O, sæla páskamorgunstund
    mær gyllir lund.

    3. O, steðga, hjartasuffið mítt!
    Guðs morgunroði holvir vítt
    um tey, sum sova her á foldum,
    við havsins botn og undir moldum.
    O, sæla páskamorgunstund
    mær gyllir lund!

    4. Ber, hjarta, alt, sum deytt tær var,
    og tú við sorg til gravar bar,
    til hann, sum lá í deyðans dvala,
    men livandi við teg vil tala!
    O, sæla páskamorgunstund
    mær gyllir lund.

    5. Guðs himmiríki ogn tín er,
    bert skamma stund tú bíðar her,
    so deyðans vald er burtur máað,
    tú ævigt lív í dýrd skalt fáa!
    O, sæla páskamorgunstund
    mær gyllir lund!

    6. Syng kirkjulið, syng gleðisong
    við andarødd um tún og ong,
    far syngjandi tín vin at ynna,
    úr deyða kemur teg at finna!
    O, sæla páskamorgunstund
    mær gyllir lund!

    O, Harri, hvønn skulu vit fara til

    Orð: H.A. Tandberg
    Týtt: Torkil Beder

    1. O, Harri, hvønn skulu vit fara til?
    Tú hevur hitt æviga lívið!
    Og syndara vinur tú vera vil,
    sjálvt lívsblóð títt varð okkum givið!
    Hvør fátæk og oyðin og tóm var vár fold,
    varð orð títt ei latið í mannahold!
    Tað sál vára lyftir frá foldarleið
    upp móti teim ævigu hæddum.

    2. O, Harri, hvønn skulu vit fara til,
    tá sorgirnar hjarta várt møða,
    og als eingin vinur veit ráð og skil,
    sum hjartasár megna at grøða?
    Hvør sælt er hjá tær finna føvning ein,
    sum uggar várt hjarta og grøðir várt mein!
    Í forðum tú talaði veldisorð títt,
    og stormar og aldur teg lýða.

    3. Tá lívskvøldið kemur, og sól fer í kav,
    og ævinnar klokkur tá kalla,
    í deyðans sigling um náttsvarta hav,
    at hvørjum skal eg meg tá halla?
    Til Jesus eg leiti við sál og ond,
    sum barn eg meg leggi í frelsarans hond.
    Í deyðskuggans dali hann legði mær leið,
    so lívið við honum eg vinni.