Hin bjarta morgunstjørnan

    Orð: Levi Joensen
    Lag: Torkil Mørkøre

    1. Hin bjarta morgunstjørnan,
    hon morgni boðar frá.
    Hvør troyttur vaktarmaður
    mót eystri hyggja má.
    So knappliga ein lýsing
    Guds børnum bíðar her,
    sum snarljósið tað boðið
    um allan heimin fer.

    2. So latið okkum standa
    ótroyttandi á vakt,
    skjótt kemur Harrin Jesus,
    tað hevur hann jú sagt.
    Hans lyfti svíkja ikki,
    um jørð og himmal brast.
    Skjótt koma skal tann dagur,
    vit flyta heim í hast.

    3. Um portrini av perlum
    Guds børn tá ganga inn.
    Guds Lamb í dýrdarsæti,
    tað gleðir vári sinn.
    Á gullgøtum vit ganga
    við lívsins kláru flóð;
    har syngja vit øll somul
    um Lambsins dýra blóð.

    Kristus, tú ert keldan góð

    Orð: Levi Joensen
    Lag: Torkil Mørkøre

    1. Kristus, tú ert keldan góð,
    ber mær hvíld, er sálin móð.
    Hvør kann gleða meg sum tú?
    Fagrastur av øllum nú,
    :,: Kristus, ert tú fyri mær.
    – Tak meg, Jesus, tætt at tær. :,:

    2. Eingin rødd var søt sum tín,
    Kristus, tá tú komst til mín.
    Syndamyrkrið fór avstað,
    sál mín sang eitt fagnarlag,
    :,: tá mín synd, so tung og stór,
    í hitt djúpa havið fór. :,:

    3. Landið ljóst nú bíðar mær
    – øll tey frelstu møtast har.
    Songur eins og fossaføll,
    tá tey frelstu syngja øll.
    :,: Gjøgnum gyltar hallir har
    Lambið ævigt lovsong fær. :,:

    Um náðina, sum fann meg, eg syngi songin mín

    Orð: Levi Joensen
    Lag: Torkil Mørkøre

    1. Um náðina, sum fann meg, eg syngi songin mín,
    um hann, sum kom her niður, dró syndarar til sín.
    Hann kom úr dýrd í Himli til krossins harða deyð
    og sá her heimsins hjørtu í størstu syndaneyð.

    Niðurlag: :,: Ja, náðin fann meg, hon dró meg inn til sín. :,:

    2. Tá loysnaði mín tunga; hon sang eitt gleðilag,
    og stóra syndabyrðin sum døggin svann avstað.
    Eg sá á krossi mannin, sum kærleiksmerki ber,
    sá blóðið úr hans síðu – Guds Lamb í deyðan fer.

    3. Tú lívsins Harri livir, sum ein dag doyði her.
    Nú krúnuna í ævir títt særda høvur ber.
    Eitt gullbelti um bróstið nú prýðir Kongin har,
    sum ein dag hekk á krossi, av øllum svikin varð.

    Fram mót Himli, fram mót Himli

    Orð: Levi Joensen
    Lag: Torkil Mørkøre

    1. Fram mót Himli, fram mót Himli –
    kæra sál, sum Jesus fann,
    tað er leiðin, sum ber lukku,
    um so tár av kinnum rann.

    Niðurlag: Føgru portur, føgru portur,
    standa opin, standa opin.
    Múrar glitra har í jaspis
    fyri tær, sum Kristus vann.

    2. Songur ljómar, songur ljómar
    út um lívsins føgru dyr,
    út um føgru, føgru múrar
    av smaragdum og safir.

    3. Í Guds hásæti og Lambsins
    situr lívsins Harri hátt.
    Hann, sum stríddi her á krossi,
    fær nú heiður, dýrd og mátt.

    4. Øll tey frelstu, sum vit sakna,
    eru í tí fagra stað.
    Skjótt úr øllum ættum gudsbørn
    skulu savnast har ein dag.

    Lurta hoyr ein boðskap góðan

    Orð: Árni Jacobsen
    Lag: Torkil Mørkøre

    1. Lurta hoyr ein boðskap góðan
    Hoyr hvat Jesus býður tær
    Tú, sum ferðast heimsins leiðir
    Jesus bjóðar hvílu hjá Sær.

    Niðurlag: Sannan frið Hann tær skal veita
    Himmals hvílu gevur tær
    Tann ið á Hann her vil trúgva
    Ævigt lív frá Honum fær

    2. Hann sum tekur heimsins byðrar
    Hann sum bond at loysna fær,
    Hann sum sjálvan seg lat ofra
    Og sum alla synd heimsins barð.

    3. Legg títt lív í Jesu hendur
    Lít á Hann, sum vón tær ber
    Lat Hann leiða gjøgnum lívið
    Tí tá verður signa tín ferð.

    Far meg ikki um, áh, Jesus

    Fanny CrosbyVictor Danielsen
    Orð: Fanny Crosby
    Lag: William Howard Doane
    Týtt: Victor Danielsen

    1. Far meg ikki um, áh, Jesus,
    hoyr mítt kall á teg!
    Harri, tá tú onnur vitjar,
    gloym tá ikki meg!

    Niðurlag:
    Jesus, Jesus,
    hoyr mítt kall á teg!
    Harri, tá tú onnur vitjar,
    gloym tá ikki meg!

    2. Lat við náðitrónu tína
    meg ein lætta fá,
    mína stóru tyngd og vantrúgv
    burt lat svinna tá!

    3. Virði títt, og tað aleina,
    alt mítt álit er;
    grøð mín sjúka, brotna anda,
    nær við náði ver!

    4. Tú, mín eina troystarkelda,
    meir enn lív hjá mær –
    áh, hvat eigi eg á foldum,
    Jesus, móti tær!