Áarvegurin

    Orð: Elin Heinesen
    Lag: Streets of London

    Raggar oldingin aleina,
    eftir honum piltar steina.
    Biddar um samkenslu,
    fær bert háð og spott.
    Syrgin eru hansar’ eygu,
    tey bangnu, kámu, gráu, reyðu,
    spyrjandi – skilja ei,
    hví hann ei fekk tað gott.

    So hví sigur tú, at tú ert eina
    og skuggar hanga yvir tær.
    Vil tú síggja sorg og gleði,
    far tær eftir Áarvegi.
    Har sært tú lívið,
    sum tað veruliga er.

    Stakkals brúkta gleðisdukkan,
    starir inn í Joto-gluggan.
    Sær hon kjólar,
    ið hon ei kann fá.
    Fyrr var hon ung og vøkur,
    nú er hon eld og pjøkut.
    Minnist sín ungdóm
    við longsli og trá.

    Flýggjar inn á kondittaríið,
    sami gamlin, frá strev’ og stríði,
    í myrkasta krókin
    at turka síni tár.
    Ongastaðni fær hann frið,
    látur altíð fylgir við.
    Roynir hann at gloyma
    síni tungu sálarsár.

    Freistaður og niðurboygdur,
    starir í tóman heim, reyðoygdur.
    Ivast eina løtu –
    men viljin veikur er.
    Tekur sína Aqua Velva,
    hondin fer at rista, skelva,
    kulkar síðan í seg,
    so at sorgin burtur fer.