Ormurin langi

    Orð: Jens Christian Djurhuus

    1. Viljið tær hoyra kvæði mítt,
    viljið tær orðum trúgva,
    um hann Ólav Trygvason,
    og hagar skal ríman snúgva.

    Niðurlag: Glymur dansur í høll,
    dans sláið í ring:
    Glaðir ríða Noregsmenn
    til Hildarting.

    2. Kongurinn letur snekkju smíða
    har á sløttum sandi;
    Ormurinn Langi størstur var,
    sum gjørdist á Noregis landi.

    3. Knørrur var bygdur á Noregis landi,
    gott var í honum evni:
    átjan alin og fjøruti
    var kjølurinn millum stevna.

    4. Gyltir vóru báðir stavnar,
    borðini vóru blá;
    gyltan skjøld í toppi hevði,
    sum søgur ganga frá.

    5. Kongurinn situr á hásæti,
    talar við sínar dreingir:
    “Vit skulu sigla tann salta sjógv,
    tað havi eg hugsa leingi.”

    6. “Berið nú fram tey herklæðir
    við brynjum og blonkum brandi,
    síðani leggið frá landi út,
    og siglið frá Noregis landi.”

    7. Fróir og glaðir sveinar mæltu:
    “Harri, vit skulu tær fylgja;
    umenn tú fert í frið ella stríð,
    vit óttast ei bratta bylgju.”

    8. Har kom maður á bergið oman
    við sterkum boga í hendi:
    “Jarlurinn av Ringaríki
    hann meg higar sendi.”

    9. Kongurinn so til orða tekur
    bæði við gleði og gamni:
    “Sig mær satt, tú ungi maður,
    hvat ert tú nevndur á navni?”

    10. “Einar skalt tú nevna meg;
    væl kann boga spenna,
    “Tambar” heitur mín menskur bogi,
    ørvar drívur at renna.”

    11. “Hoyr tú tað, tú ungi maður,
    vilt tú við mær fara,
    tú skalt vera mín ørvar-garpur
    Orminn at forsvara.”

    12. Ganga teir til strandar oman,
    ríkir menn og reystir,
    lunnar brustu og jørðin skalv:
    teir drógu knørr úr neysti.

    13. Vundu upp síni silkisegl,
    út í havið ganga;
    so er sagt, at kongurinn
    hann stýrdi Orminum langa.

    14. Hetta frættist víða um land,
    at Noregis menn teir sigldu;
    Danimarks kongur og Svøríkis kongur
    ráðini saman hildu.

    15. Danimark kongur og Svøríkis kongur
    ganga saman í ráð,
    hvussu teir skuldu Noregis kong
    skjótt av døgum fá.

    16. Senda boð til Eirik Jarl,
    – vænur er borin til evna.
    “Hann skal fylgja í ferðini við,
    sín faðirs deyð at hevna.”

    17. Eirikur gongur for kongar inn
    við brynju og reyðum skjoldi;
    “Ólavur kongur av Noregi
    mín faðirs deyða voldi.”

    18. Jarlurinn stendur á hallargólvi,
    blankt bar spjót í hendi;
    “Ólavur kongur síggja skal,
    eg hvast mót hvøssum vendi.”

    19. Ganga teir til strandar oman,
    – fagurt var tað lið –
    Danimarks kongur og Svøríkis kongur,
    og Eirikur jarl tann triði.

    20. Trýggir gingu skipaflotar
    út av Oyrasundi;
    Jarnbardur í odda sigldi,
    jarlurinn stýra kundi.

    21. Danimark kongur til orða tekur,
    letur so orðini greiða:
    “Hann, ið Orminn langa tekur,
    skal hann við ognum eiga.”

    22. Eirikur hugsar við sjálvum sær:
    “Tó at tú manst tað royna,
    tú vinnur ikki Ormin langa
    við danskari makt aleina.”

    23. Mælti tað Svøríkis kongurinn,
    hann helt á brýndum knívi:
    “Eg skal Ormin langa taka,
    ella lata lívið.”

    24. Eirikur stendur á breiðum bunka,
    klæddur í skarlak reyða:
    “Tú tekur ikki Orminn langa,
    fyrr síggi eg tín deyða.”

    25. Eirikur talar til sínar menn:
    “Kempum munu tit møta;
    stanðið væl og manniliga,
    tí blóðug verður gøta.”

    26. Noregis menn á kongins knørri
    kunna væl beita knívi;
    gangið væl fram í hørðum stríði,
    ella vit lata lívið.”

    27. Eirikur talar til Finn hin lítla:
    “Tú skalt hjá mær standa;
    tú skalt verja sjálvan meg,
    umenn eg komi í vanda.”

    28. Løgdu teir á sundið út;
    bíðaðu teir har leingi;
    longdust eftir norskum knørrum,
    at berjast mót Noregis kongi.

    29. Løgdu teir skip við oynni inn,
    ætlaðu sær at vinna;
    hildu vakt bæði nátt og dag,
    Normenn vildu teir finna.

    30. Nú skal lætta ljóði av,
    eg kvøði ei longur á sinni;
    nú skal taka upp annan tátt;
    dreingir, leggið í minni!

    31. Ólavur siglir í Eysturhavi,
    ætlar heim at fara;
    tá ið hann kom í Oyrasund,
    hann sær ein skipa-skara.

    32. Høvdingar tríggir á landi standa,
    hyggja út so víða,
    sunnan síggja teir knørrinn prúða
    eftir havi skríða.

    33. Danimarks kongur til orða tekur:
    “Alt mær væl skal ganga;
    Krist signi míni eygu tvá,
    nú síggi eg Orminn langa.”

    34. Eirikur stóð har skamt ífrá,
    talar til sínar menn:
    “Kongurinn av Danimark
    hann sær ikki Orminn enn.”

    35. Har kom fram ein størri knørrur,
    dreingir undraðust á;
    Svøríkis kongur til jarlin talar:
    “Nú man eg Orminn sjá.”

    36. “Leggið nú skip frá landi út,
    árar í hendur taka;
    latið ei Ólav sleppa so;
    fáan hann heldur sín maka.”

    37. Eirikur hyggur í havið út,
    talar til sínar menn:
    “Tað svørji eg við sannan Gud,
    teir síggja ei Orminn enn.”

    38. Danimarks kongur og Svøríkis kongur
    halda á skefti reyða:
    “Eirikur jarlur ræddur er
    at hevna sín faðirs deyða.”

    39. Vreiður var tá jarlurinn,
    hann mælir av illum sinni:
    “Annað skal eg enn orðabrask
    Noregis menn at vinna.”

    40. Eirikur stendur á grønum vølli,
    tekur nú til at ganga;
    “Verið nú snarir á skipa-bunka,
    nú síggi eg Orminn langa.”

    41. Allir sóu tá Orminn koma,
    allir undrast á hann,
    av silki vóru seglini
    úr stevnið í gulli rann.

    42. Løgdu teir seg í veginn fram
    bæði við svørðum og spjóti,
    Normenn sóu á Orminum,
    teir ivast at halda ímóti.

    43. Ólavur talar til sínar menn:
    “Dýrt skulu teir meg keypa,
    ongan tíð tá ræddist eg stríð,
    í dag skal eg ikki leypa.”

    44. “Leggið nú skip í stríðið fram,
    segl á bunka strúka,
    tað skal síggjast, at Noregis menn
    teir kunna væl svørðini brúka.”

    45. Úlvur reyði í stavni stendur;
    gott var í honum evni:
    “Leggið ei Orminn longri fram,
    enn hann hevur longri stevni.”

    46. Kongurinn stendur í lyfting aftur;
    í skarlak var hann klæddur.
    “Nú síggi eg, mín stavna-maður
    er bæði reyður og ræddur.”

    47. “Kongur,tú sást meg aldri so ræddan,
    eg tordi væl á at herja,
    goym tú lyfting so væl í dag,
    sum eg skal stavnin verja.”

    48. Vreiður var tá kongurinn;
    Úlvur til orða tekur:
    “Blíðka teg aftur, harri mín,
    tí vreiði upp angur vekur.”

    49. Ólavur stendur á bunkanum,
    talar til sínar menn:
    “Hvør eigir hesi nógvu skip?
    Eg kenni tey ikki enn.”

    50. Svaraði Torkil, kongsins bróðir,
    mælir av tungum inna:
    “Danimarks kongur og Svøríkis kongur
    vilja tín deyða vinna.”

    51. “Ræddir eru danskir menn
    mót Normonnum at ganga;
    betri var teimum heima at sitið
    tann fuglaflokk at fanga.”

    52. “Betur kunna svenskir menn
    teir offurbollar strúka,
    enn nærkast okkum so,
    at blóðugt svørð skal rúka.”

    53. Ólavur gekk í lyfting upp,
    ræður hann upp at hyggja:
    “Hvør eigir hesi stóru skip,
    við Ormsins bakborð liggja?”

    54. Svaraði Herningur, kongsins svágur,
    letur so orðini falla:
    “Tey eigir Eirikur Hákunsson,
    hann ber ein yvir allar.”

    55. Tí svaraði Ólavur kongur,
    frá man frættast víða:
    “Skarpur verður Hildar leikur,
    tá Normenn mót norskum stríða.”

    56. Svøríkis kongur mót Ólavi legði
    eina morgun-tíð,
    tað var sum í bál at líta,
    skeiðir dundu í.

    57. Høgdu og stungu Noregis menn
    bæði við svørði og spjóti;
    títt so fullu teir svensku menn,
    sum grasið fýkur av gróti.

    58. Svøríkis kongur rópar hátt,
    biður teir undan flýggja:
    “Eg havi mist mítt mesta fólk,
    tað voldi mær sorg at síggja.”

    59. Danimarks kongur troðkaði fram,
    ætlaði sær at vinna,
    Normenn tóku mót honum fast,
    teir donsku menn at tynna.

    60. Roykur stóð til skýggja upp,
    reytt var sund at síggja,
    so var sagt, at danskir menn
    teir máttu undan flýggja.

    61. Eirikur leggur mót “Ormi” fram
    við bjørtum brandi í hendi:
    “Ikki skal Ólavur rósa av,
    at eg snart frá honum vendi.”

    62. Løgdu teir knørr við knarrar-borð,
    hvørgin vildi flýggja;
    høvur og kroppar í havið tumla,
    øðiligt var at síggja.

    63. Einar stendur í kappa-rúmi
    við Tambar-boga, teir kalla;
    hvørja ferð pílur av boga dreiv,
    tá mátti ein maður falla.

    64. Einar spenti Tambar-boga;
    pílurinn steingin strongdi;
    pílur fleyg yvir jarlsins høvur,
    róður-knappin sprongdi

    65. Einar spenti á øðrum sinni,
    ætlaði jarl at fella;
    pílur fleyg millum arm og síðu;
    einki var jarli at bella.

    66. Eirikur talar til Finn hin lítla:
    “Eg skal spyrja teg nakað;
    hvør er hann, við skørpum skotum
    ætlaði meg at raka?”

    67. Til tað svaraði Finnur hin lítli
    – blóðugar vóru hendur -:
    “Tað er hasin stóri maður,
    í krappa-rúmi stendur.”

    68. Jarlurinn mælir á øðrum sinni:
    “Tað vil eg tær ráða;
    skjót tú handa stóra mann;
    nú stendur mítt lív í váða.”

    69. “Manninum kann eg einki gera,
    tí hann er ikki feigur;
    boga-streingin stilli eg á,
    tí maðurinn eydnu eigir.”

    70. Einar spenti triðja sinni,
    ætlaði jarl at raka;
    tá brast strongur av stáli stinna;
    í boganum tók at braka.

    71. Allir hoyrdu streinginn springa;
    kongurinn seg forundrar:
    “Hvat er tað í mínum skipi,
    so ógviliga dundrar?”

    72. Svaraði Einar Tambar-skelvir
    – kastar boga sín -:
    “Nú brast Noregi úr tínum hondum,
    kongurinn, harri mín.”

    73. “Í Harrans hond mítt ríki stendur
    og ikki í Tambar-boga;
    tak tær ein av mínum bogum,
    vita, hvat teir duga.”

    74. “Veikir eru kongsins bogar.”
    Einar ræður at svara;
    “eg skal taka upp skjøld og svørð;
    høgg skal eg ikki spara.”

    75. Enn stóð fólk í báðum stavnum,
    man eg rætt um minnast;
    syrgiligt var á miðjum skipi,
    har tók fólk at tynnast.

    76. Eirikur sprakk á Orminn upp,
    væl bar brand í hendi,
    Herningur leyp úr lyfting niður,
    aftur ímót honum vendi.

    77. Bardust teir á miðjum skipi,
    vil eg frá tí greiða;
    øvugur mátti jarlurinn leypa
    aftur á Jarnbrad breiða.

    78. Jarlurinn valdi sær reystar garpar;
    fáir finnast slíkir,
    snarliga aftur á Ormin sprakk,
    tá mátti Herningur víkja.

    79. Úlvur reyði úr stavni leypur,
    nú er stavnur eyður,
    so fleyt blóð á Orminum,
    at knørrur sýndist reyður.

    80. Hart stóð stríð á miðjum skipi;
    svørð mót skjøldum gella,
    Úlvur og Einar, frægar kempur,
    Eiriks garpar fella.

    81. Eirikur var á øðrum sinni
    aftur á bunkan rikin;
    tá sá hann, at stavnurinn
    á Orminum var tikin.

    82. Jarlurinn mannar seg triðju ferð;
    nú skal ikki dvína;
    tá fell Úlvur og Herningur
    við øllum dreingjum sínum.

    83. Kongurinn rópar í lyftingini:
    “Nú er tap í hendi;
    leypið í havið, mínir menn!
    her verður ei góður endi.”

    84. Kongurinn leyp í havið út,
    garpar eftir fylgdu,
    kongsins bróðir síðstur var;
    teir gjørdu, sum kongurinn vildi.

    85. Eirikur fekk tá Orminn langa;
    eingin annar kundi,
    tók hann sjálvur róður í hond
    og stýrdi “Orm” frá sundi.

    How far to Asgaard

    Orð og lag: Týr

    A journey, with which we attempt to look beyond our boundaries
    To answer questions asked for centuries
    Will it not only leave us with more and greater mysteries
    That’s the question, that is
    What keeps me rowing, I’m sick of this strife
    I don’t know where we’re going, we trusted Leif
    He said, “You’ll see Vineland is out there
    I can take us there I know where we are going
    Don’t deny your need for knowing how far

    all goes on and where the oceans end
    The autumn wind and evening tide will take us through Midgaard”
    Still we’ve sighted only sea till now
    As we sail I sometimes wonder how far to Asgaard

    Greatness lies within the silence of the ocean
    Where we end is not our decision
    and though hidden, fate is fixed with no evasion
    All men should try to live for each
    Day for the evening, each week for the end
    each summer for the winter, each life for the death
    Tell me, does this all have a meaning
    And Leif Ericsson just stared into the distance
    And asked the question, “How far does it

    all go on and where do oceans end
    The autumn wind and evening tide will take us through Midgaard”
    Still we’ve sighted only sea till now
    As we sail I sometimes wonder how far to Asgaard

    Dagurin skín so fagurliga
    Komið er hægst á summarið

    God of war

    Orð og lag: Týr

    Tell me not that there is a higher
    Truth to life than my own
    And forces of unseen kind
    Beyond our imagination
    At the end of the day
    Right or wrong must depend on
    Weak or strong, and how would we
    Hang the last hangman

    The truth is sad
    Much wants more
    Hang your head
    Ask what for
    We sacrifice
    Blood and gore
    Before the eyes
    Of the God of War

    I believe not life could ever exist
    without the survival of the fittest

    Maybe this is the best
    We can do with what we have
    Should we not be grateful
    Priviledged as we are
    Walking this rugged old planet
    Who are we to complain
    Such is the nature of man
    This was to be our lot

    The truth is sad
    Much wants more
    Hang your head
    Ask what for
    We sacrifice
    Blood and gore
    Before the eyes
    Of the God of War

    Hail to the hammer

    Orð og lag: Týr

    Longing eyes turn into the sun
    Low in the winter
    Grey as a wolf now the wind has come
    Cold as a hunter

    Ride across the sky, thunder roll and lightning fly
    Gone is the summer
    What will keep us warm in the winter
    Tales of those who died, sword in hand in times gone by
    Hail to the hammer, Hail to the hammer

    Narrow eyes turn against the wind
    Out from the ocean
    Untill the day when we sail again
    Life is a long pain

    Ride across the sky, thunder roll and lightning fly
    Gone is the summer
    What will keep us warm in the winter
    Tales of those who died, sword in hand in times gone by
    Hail to the hammer, Hail to the hammer

    To the god of thunder
    The god that’s protecting us all
    All hail to the giant hunter
    And hail to the forces of nature all

    Ride across the sky, thunder roll and lightning fly
    Gone is the summer
    What will keep us warm in the winter
    Tales of those who died, sword in hand in times gone by
    Hail to the hammer, Hail to the hammer,
    Hail to the hammer, Hail to the hammer.