Heimurin

    Orð og lag: Uni Arge

    Heimurin er øðrvísi enn heimurin hann var tá tú vart barn
    tað dregur nú á luftina tú hugsar hvat skal henda her sum ikki hendi fyrr
    vindurin er hvassari og ísurin hann tiðnar alt ov skjótt
    men hvat er her at gera tá heimurin sær ræður
    tú ert ein lítil maður sum bert vitjar her

    Tey siga nógvar søgur um at friðurin er úti runt um kring
    tey halda at tað versnaði og óttast fyri øllum tí sum nú henda kann
    vit frætta alt so skjótt men ongin veit at siga longur hvat er satt
    men hvat er her at gera tá valdið ei tú hevur
    tú liggur mest og svevur og so droymir tú

    Har í dreyminum er kærleikin tað størsta sum tú sær
    har í blundinum er skaldskapur og orðini streyma móti tær
    her í lívinum er nærleikin tann uggin sum tú altíð fær
    og tú hugsar at tað góða at enda sigra má

    Ein maður verður valdur til at stýra øllum tí sum stýrast kann
    tú hoyrir hvat hann sigur og tú hugsar at tú hevur lisið alt hann sigur fyrr
    hvør trýstir nú á knøttin man tað henda sum tey siga henda kann
    hvat nyttar her at spyrja tá ongin nú fær svarað
    ja sovna tú nú bara inn í aðra verð

    Har í dreyminum er kærleikin tað størsta sum tú sær
    har í blundinum er skaldskapur og orðini streyma móti tær
    her í lívinum er nærleikin tann uggin sum tú altíð fær
    og tú hugsar at tað góða at enda sigra má

    Besta løtan

    Orð og lag: Uni Arge

    Norðlýsið á ferð
    stjørnur lýsa bjart
    kavaklæddar líðir
    allastaðni her tú sært

    Horvin summarsól
    brenna vøkur ljós
    tosa øll um jólini
    um kongin og eitt fjós

    Størsta løtan nakrantíð hjá hesi mannaætt
    ongin hevur størri gleðiboð frá nøkrum frætt
    tað var kvøldið tað besta tað av øllum kvøldum ber
    besta løtan so siga tey hon størst av øllum er

    Mánin hongur har
    verjir hesa verð
    fjálgt er nú í stovunum
    og friður inni er

    Hvussu gekk hjá tær
    hvussu var títt ár
    aftur nú tey spyrja so
    og onkur fellir tár

    Størsta løtan nakrantíð hjá hesi mannaætt
    ongin hevur størri gleðiboð frá nøkrum frætt
    tað var kvøldið tað besta tað av øllum kvøldum ber
    besta løtan so siga tey hon størst av øllum er

    Vit reika gjøgnum lívið millum sorg og gleðiboð
    og um tú nú kennir einsamalla teg so er tað so
    vit eiga altíð í onkran sum i tonkum er á ferð
    og minnist at vit eru her og heilsu okkum ber

    Stjørnuskot á veg
    út í myrka nátt
    reika nú á luftini
    og hvørva aftur brátt

    Lívgandi hon er
    hendan vakra sjón
    heimurin er stórur
    og í heiminum er vón

    Størsta løtan nakrantíð hjá hesi mannaætt
    ongin hevur størri gleðiboð frá nøkrum frætt
    aftur kvøldið nú koma skal tað størst av øllum er
    besta løtan so siga tey hon størst av øllum er
    besta løtan so siga tey hon størst av øllum er
    besta løtan tað vita vit tá jólaaftan er

    Hví er jørðin rund

    Uni Arge
    Orð og lag: Uni Arge

    Hví er jørðin rund og hví er sólin so heit
    tað spyrt tú nú og sigur at tú onki veit
    tú grundar yvir stjørnurnar og mánan og alt tað
    sum skapar hvørja nátt og hendan ljósa dag

    Hví fegnast vit og falla síðan næstan heilt í fátt
    hvat gevur okkum mótið og so aftur minni mátt
    tín ivi setir spurningar tú hyggur út á hav
    og lotið kínir tær og takkar fyri alt tú gav

    Ein fuglur hann má seta seg og hvíla seg viðhvørt
    hvíla seg og finna sær sín frið
    ein og hvør má hvíla seg tá arbeiðið er gjørt
    so hvíl teg nú og kom so aftur við

    Tú lurtar og frættir mangt um tína stóru verð
    tú óttast at tað bara móti verri tíðum ber
    tú harmast og tú spyrt meg um eg skilji hví so er
    eg veit ei nú at svara tær men eg hugsi hetta her

    So sum tú sært heimin fært tú heimin inn at tær
    so sum tú fekst heimin inn at tær tú heimin bar
    men tá tú ikki stúrir meir og alt av nýggjum sær
    tín heimur kanska fagnar tær og tú sær tíni svar

    Ein fuglur hann má seta seg og hvíla seg viðhvørt
    hvíla seg og finna sær sín frið
    ein og hvør má hvíla seg tá arbeiðið er gjørt
    so hvíl teg nú og kom so aftur við
    hvíl teg nú og kom so aftur við
    hvíl teg nú og kom so aftur við

    Sólin hon sær

    Uni Arge
    Orð og lag: Uni Arge

    Nú vaknar býurin
    nú hvørvur skýmingin
    her kemur morgunin
    veðrið er gott
    beint nú í løtuni
    úti á gøtuni
    hvørvur tann friðurin
    sum var í nátt

    Sólin hon sær
    hon sær víða hvar
    vaknar nær og fjar
    tann vónin hon við sær bar

    Har fer hon gangandi
    altíð so fangandi
    heilsar hon smílandi
    øllum í dag
    onkur fer stunandi
    aftur so grunandi
    vónandi munar tað
    hann fekk í lag

    Sólin hon sær
    hon sær víða hvar
    vaknar nær og fjar
    tann vónin hon við sær bar

    Tá lotið aftur andar
    livnar aftur hugurin
    nú dagurin jú dandar
    hann gandar fyri mær
    hvíldin var góð í tí náttini sum fór
    verðin er vaknað og verðin hon er stór
    so fagurstór

    Sólin hon sær
    hon sær víða hvar
    vaknar nær og fjar
    tann vónin hon við sær bar

    Sólin hon sær
    hon sær víða hvar
    vaknar nær og fjar
    tann vónin hon við sær bar
    aftur nú

    Nú dansar hon

    Uni Arge
    Orð og lag: Uni Arge

    Nú dansur hon aftur
    hon dansar avstað
    dansar so lívliga
    øll síggja tað
    hárið tað flákrar
    á varrum eitt smíl
    hon veit jú væl av
    at hon hevur stíl

    Sveimar hon langa leið høgt upp í ský
    gloymir har sorgina staðið og tíð
    dansar og syngur í egnari verð
    hon nú sín egna veg fer

    Burtur er stúran
    um dagar og stríð
    burtur hon droymir seg
    nú er hon frí
    har sum hon sveimar
    tú ei sleppur við
    tí hon er á flogi
    og fann har sín frið

    Sveimar hon langa leið høgt upp í ský
    gloymir har sorgirnar staðið og tíð
    dansar og syngur í egnari verð
    hon nú sín egna veg fer

    Úti er friður
    friður á myrkastu nátt
    flykrur dansa
    dansa og seta seg brátt

    Ja so dansar hon aftur
    sum flykran avstað
    dansar so lívliga
    øll síggja tað
    aftur og fram
    tí at løtan er nú
    og náttin seg letur
    í fínasta skrúð

    Gloymir hon sorgirnar staðið og tíð
    sveimar hon langa leið uppi í ský
    hon hevur dansað í egnari verð
    nú setir hon seg so her
    hon hevur dansað í egnari verð
    nú setir hon seg so her

    Sum ein millión

    Uni Arge
    Orð og lag: Uni Arge

    Nú gongur hon aftur í býnum og veit
    at tey hyggja at sær
    tí hon sær út sum ein millión
    hon hyggur nú runt um seg
    og innaní er hon nøgd við
    at hon hevur funnið sín egna persón

    Hon hevur altíð verið her og gongur her enn
    heilsar upp á teg og meg
    skjótt so er hon kanska flogin út í stóru verð
    hon er jú longu væl á veg

    Hon nikkar og smílist tá hon fer framvið
    og tey teska at hon
    er so klók og so øgiliga fín
    men hvat skal hon siga og hvat skal hon gera
    hon er tann hon er
    og hon hevur sín heilt egna stíl

    Hon hevur altíð verið her og gongur her enn
    heilsar upp á teg og meg
    skjótt so er hon kanska flogin út í stóru verð
    hon er jú longu væl á veg

    Viðhvørt so situr hon
    situr heima og fellir eitt tár
    hví kann hon ikki vera
    sum hon vil vera her á hesum lítla stað

    Skal hon verða í býnum beint her hjá øllum sínum
    ella skal hon royna sítt flog
    og nú fara avstað
    men hvat um hon so brennir tær brýr sum hon kennir
    tað hugsar hon
    meðan hon blinkar til tín allan dag

    Viðhvørt so situr hon
    situr heima og fellir eitt tár
    hví kann hon ikki vera
    sum hon vil vera her á hesum lítla stað
    sum hon vil vera her á hesum lítla stað
    lat hana vera sum hon er á hesum stað

    Meðan vindurin strýkur

    Orð og lag: Uni Arge

    Situr hon aftur og telur teir tímar sum fóru í dag
    tíðliga á fótum og børnini trý men so seint seint avstað
    starir í stovuni roynir hon aftur at finna sín frið
    minnist nóg illa tann dagin sum fór nú men hon var so við

    Eitt strýkur úti eitt svevur har
    tað minsta frá mammuni aftur nú fær
    kemur hon aftur vaknar hann nú
    lítla mín lítla mín nær svevur tú

    Trongligt er inni og maturin dýrkar so ongin tí trýr
    klokkan hon gongur og hann sjálvur farin hjá aðrari býr
    okkurt var galið hann tók bara valið at fara avstað
    ringir so knappliga nú kann hann ei hava tey næsta leygardag

    Eitt strýkur úti eitt svevur har
    tað minsta frá mammuni aftur nú fær
    kemur hon aftur vaknar hann nú
    lítla mín lítla mín nær svevur tú

    Skal hon fara avstað
    skal hon fara avstað
    skal hon flyta langa leið
    tungt er at verða tungt er at fara
    langa leið langa leið nei nei nei nei

    So gongur hurðin og inn kemur hon sum í kvøld úti var
    hey góða mamma sum tað var stuttligt tí øll vóru har
    áh sum tað lætnar at síggja ta fyrstu hon fekk her í verð
    sum hon er vøkur hon líkist væl báðum kom set teg nú her

    Meðan vindurin strýkur og eitt svevur enn
    tann størsta tað minsta frá mammuni fær
    kínir tí eymliga sigur so tú
    eg haldi lítla mín hon svevur nú

    Meðan vindurin strýkur og eitt svevur enn
    tann størsta tað minsta frá mammuni fær
    kínir tí eymliga sigur so tú
    eg haldi lítla mín hon svevur nú

    Skærasta tíð

    Orð og lag: Uni Arge

    Nú kølna vindar og bløð følna skjótt
    tey falla sum tár um tað summar sum var
    ljósnætur hvurvu og eg sovi søtt
    men longsulin fyllist sum myrkur í mær

    Við regninum berast enn látur og løg
    tey ljóma og søkka í gulnandi ong
    á rútin nú banka tey naknastu trø
    tey banka so leingi sum náttin er long

    Eg kundi sungið um elskhug og bros
    køvt allan sakn um ta skærastu tíð
    eg kundi mint meg á fløvandi tos
    so sólin sum sæla sá mær innaní

    Men tónin í mær er sum heystið hvørt ár
    eg murri í moll tó eg vil spæla dur
    kanska ein dur eg so spæli í vár
    tá hitin sær smýgur um frostbarda hurð

    Eg kann tá syngja um elskhug og bros
    burtur er saknur um skærastu tíð
    eg hoyri tá bara fløvandi tos
    og sólin sum sæla sær mær innaní

    Eg kann tá syngja um elskhug og bros
    komin er skærasta tíð

    Eg kann tá syngja um elskhug og bros
    burtur er saknur um skærastu tíð
    eg hoyri tá bara fløvandi tos
    og sólin sum sæla sær mær innaní
    og sólin sum sæla sær mær
    innaní

    Fótafet á nátt

    Orð og lag: Uni Arge

    Sært tú alt sum strýkur skjótt framvið
    á luftini øll skýggini í frið
    tey reka langa leið og hvørva har
    sum onki eyga sær

    Hoyrir tú alt tað sum tagnar brátt
    í bjørgum sova fuglarnir í nátt
    og havið runar aftur fram við strond
    tað skilir sundur lond

    Eg vil njóta hetta lítla bil
    og kenna at eg beint nú eri til
    eg haldi at eg fati hvat tað er
    alt kemur og tað fer

    Í haganum smá fótafet á ferð
    tey fl yta seg í frostinum sum er
    eg hómi øll tey sum eg kendi tá
    og aldrin aftur sá

    Eg vil njóta hetta lítla bil
    og kenna at eg beint nú eri til
    eg haldi at eg fati hvat tað er
    alt kemur og tað fer

    Eg gangi aftur út í náttina sum komin er
    og havi við tann dagin sum nú fór
    og hondin sum meg hitar
    hendan hondin hon er tín
    og er hon altíð mín

    Sært tú alt sum glitrar nú sum gler
    eitt stjørnuhav á luftini tað er
    og norðanljós er har og brátt tað var
    so ongin meir tað sær

    Eg vil njóta hetta lítla bil
    og kenna at eg beint nú eri til
    eg haldi at eg fati hvat tað er
    alt kemur og tað fer
    alt kemur og tað fer

    Við tínum hjarta

    Uni Arge
    Orð og lag: Uni Arge

    Tú ætlar tær avstað
    tú veitst væl hvat tú vilt
    tú hevur viljan
    og tú hevur alt væl skilt
    allan vegin upp á tindin
    sum tú sært so væl
    tí tú aftur vil
    at okkurt stórt nú henda skal

    Tú hevur hugsað leingi
    hugsað hvat tú skal
    tú hevur spurt og spurt
    og fingið tíni svar
    men hvør veit nú at siga tær
    hvat tað rætta er
    tá tú ert tann sum sær tað best
    tí tú ert tann sum fer

    Um tú ætlar tær at lætta tær uppfrá í dag
    um tú aftur ætlar tær at røkka langa leið avstað í dag
    far avstað tí tú ert tann sum hevur dreymin
    við tínum hjarta røkkur tú á mál
    við tínum vilja kemur tú nógv longri enn tú sært nú
    tíðin hon er tín og verðin hon er opin fyri tær

    Allatíð ein ivi fylgir við á tíni ferð
    men ivin er tað skynsemið sum okkum uppi ber
    vit sveima millum sannføring og ivan allatíð
    og svarið finna vit so innaní

    Um tú ætlar tær at lætta tær uppfrá í dag
    um tú aftur ætlar tær at røkka langa leið avstað í dag
    far avstað tí tú ert tann sum hevur dreymin
    við tínum hjarta røkkur tú á mál
    við tínum vilja kemur tú nógv longri enn tú sært nú
    tíðin hon er tín og verðin hon er opin fyri tær

    Tú ætlar tær avstað
    tú veitst væl hvat tú vilt
    aftur nú