Um grøs og fuglar og alskyns dýr

    Unn Patursson
    Orð: Ókend/ur
    Lag 1: Nú eru kvøldini myrk og long
    Lag 2: Unn Patursson

    1. Um grøs og fuglar og alskyns dýr,
    um alt, sum her andar og titar,
    vit vita so lítið um, hvat ið í býr,
    hvat lív teirra leskar og litar;
    men verur við tilveru eru vit øll,
    frá havsins botni til hægstu fjøll –
    um enn óskil – tó vitrasta skil,
    jú, eg takki, at eg eri til!

    2. So gjálvut tað mangan á lívsleiðum er,
    tó ungt ikki heldur tað breka,
    men illani royndist vár foldarferð,
    tá stúran gav lívinum leka.
    Tí lættari rennur oss blóðið í æðr,
    tá frøin hon røkkur at hvørjari tægr,
    tá ið sevja søtt leikar um skil,
    tá er stuttligt at vera til.

    3. Er lívið her eittans og bara eitt lán,
    vit fingu tað tó til at brúka,
    tað neyvan var ætlað til suff og til gán
    og bara til treytir at lúka.
    So lat’ okkum unnast eitt fríkorter
    og fevna ta løtu, vit eiga her,
    møði gloyma og hvíla vit eitt bil,
    bara gleðast og vera til!

    Alt í lagi

    Orð: Birni Dam
    Lag: Birni Dam og Simme Arge Jacobsen

    Eg skal altíð sita heima,
    meðan tú fert út at sveima,
    eg skal vaska, eg skal lúka,
    meðan tú fert út at strúka.

    Altíð eg siti inni,
    ansi eftir lítlu Minnu,
    skifti blæðu, vaski henni,
    meðan tú fert út.

    Eg skal seyma, eg skal binda
    fyri teg, tín beista skrinda!
    Á, vilt tú bara tiga,
    tú skalt slettis einki siga.

    Hvør man tær pening vinna,
    tú manst einki gullið spinna,
    hvør má altíð á teg minna?
    Eingin uttan eg!

    Hoyr nú her, um tú vart maður,
    so skuldi eg verið glaður!
    Ja, ja, og vart tú kvinna,
    eingin betur var at finna!

    Alt í lagi, alt í lagi,
    so eru vit einig bæði,
    og nú endar hetta kvæðið,
    tak tað væl í ans.

    Lívið er ov stutt til klandur

    Martin Joensen
    Orð og lag: Bob McDill
    Týtt/umyrkt til føroyskt: Martin Joensen
    Upprunaheiti: We Believe in Happy Endings
    Viðmerking: Týddur/umyrktur í juni 2012.

    Hvat var tað, sum festi í?
    Særdar kenslur, heljarstríð.
    Sita syrgin, spyrja hví,
    tú og eg.

    Stríða okkum upp á slætt.
    Gloyma brátt, hvør hevði rætt.
    Skjótt gerst lagið aftur lætt,
    – friður er.

    Lívið er ov stutt til klandur,
    skjótur rennur tíðarsandur.
    Bjartast brennur vinarbrandur,
    – lat grøða sár.

    Og so byrja vit av nýggjum,
    sveima høgt á ástarskýggjum.
    Anda djúpt í loti lýggjum
    og tað er vár.

    Alt, ið krevst, er eittans orð,
    ósemjan tveitt fyri borð.
    Tó stríðið setur síni spor
    í tær og mær.

    Kærleiksssólin aftur sær,
    stoltleiki úr sinni far.
    Ástarbandið sterkast var,
    – okkum bar!

    Fjart í ringrás

    Orð: Haldur Sun
    Lag: Jan Petersen

    spakuliga
    nærum í vektloysi
    sveimandi
    fet fyri fet
    her er nátt
    og eg sessist
    uttan tamarhald
    á mjúkt lendi

    stari trøllabundin út
    í víðopna myrkrið
    har tú liggur
    rein og skær
    sum stilli
    miðdepil í Ginnungagapi

    fjart í ringrás
    kemur skjálvti á meg
    tankarnir øtla
    og holdið prikar
    í øllum tínum avdúkaða yndi
    hómi eg grát
    í eygum tínum