Her er stuttligt

    Orð: Vera Bjørgvin
    Lag: Terji Rasmussen

    Kom við mær til fótbólt
    kom rópi á várt lið
    Vit mugu halda saman
    og vísa góðan sið
    Tá fjøldin saman stendur sterk
    vit styrkja okkara lið
    so komi øll og rópi hetta við:

    Her er tað stuttligt
    Her er tað gott
    B36 spælir so flott, flott, flott!
    Hey hey hey!

    Øll konufólkahjørtu
    pipra títt avstað
    Tá liðið fer á vøllin
    tær syngja sama lag
    Kom nú sjeikar
    vísu tykkara yvir lekru bein
    so skulu vit nokk hjálpa tykkum heim

    Her er tað stuttligt…

    Hoyr fólki fjølment rópa
    tá sparka er í mál
    Og dysturin er lokin
    tá syngur hvør ein sál
    B36
    vit elska tykkum yvir alt
    tað hava vit so ofta tykkum sagt
    Her er tað stuttligt…

    EMarin

    Orð: Vera Bjørgvin, Elin Karbech Mouritsen, Gundur Mortensen, Hans C. Tórgarð, Gudmundur Joensen og Terji Rasmussen
    Lag: Terji Rasmussen

    Hvít sum kavin, blá sum havið
    reyð sum blóðið, tað eru vit
    Runt um allar fótbólts vøllir
    buka vit tær stóru stjørnur
    Fá vit eru, men tó vit kunnu
    standa saman her og nú

    Malargrót og hømiliur
    seyðarhøvd og skerpikjøt
    turran fisk og grind og spik
    alt tað hava vit
    Hvít sum kavin, blá sum havið
    reyð sum blóðið, tað eru vit
    Runt um allar fótbólts vøllir
    buka vit tær stóru stjørnur
    Fá vit eru, men tó vit kunnu
    standa saman her og nú

    Málini vit kunnu skora
    tá ið harðast leikar á
    Verjan stinn sum Føroya fjøll
    og vit syngja øll
    Hvít sum kavin, blá sum havið
    reyð sum blóðið, tað eru vit
    Runt um allar fótbólts vøllir
    buka vit tær stóru stjørnur
    Fá vit eru, men tó vit kunnu
    standa saman her og nú