So milt lýsir stjørnan

    Johann Abraham Peter Schulz
    Orð: Ókendur
    Lag: Johann Abraham Peter Schulz

    So milt lýsir stjørnan, so skínandi ljós,
    Hon lýsir á krubbu og fátæka fjós.
    Sí, har hvílir Jesus á beði av strá,
    Hann gleði ber øllum, ið har eru hjá.

    Hann kemur til stór, og hann kemur til smá,
    teim fylgir á vegin, sum tey ganga á.
    So lat okkum syngja so fró og so glað,
    hoyr einglanna kór og tað himmalska lag.

    Skútan svarta

    Martin JoensenÓlavur Højgaard
    Orð: Martin Joensen
    Lag: Ólavur Højgaard

    Stendur gamli stillur við sjóvarstrond
    í kvøldarkvirru hvørvur tíð
    ferðast túsund tankar um høv og lond
    um fjøll og kavalíð

    Farnir vinir vakna og koma fram
    á gamlamanna minnisfund
    troyttur dagur søkkur í náttarfavn
    at njóta hvíldarstund

    Vit sóu stormar – sóu brot
    og havið taka menn
    breyt frá bógnum
    lágt var flot
    vinir minnast tit tað enn

    Stevnir skútan svarta inn móti strond
    á sandi standa teir á rað
    hevjar gamli høgt sína sterku hond
    – nú skulu vit avstað

    Liggur gamli stillur við sjóvarstrond
    og bleikur máni lýsir frið
    stevnir skútan svarta um høv og lond
    – hygg sært tú hann er við

    Nú birtast túsund jólaljós

    Orð: Emmy Köhler
    Lag: Trad.

    Nú birtast túsund jólaljós
    í hesi myrku stund,
    og túsund onnur glógva nú,
    á himna bláu grund.

    Og yvir bý og land í kvøld
    fer jólaboð av stað,
    at føddur Harrin Kristus er.
    Tí eru vit so glað.

    Tú stjørna yvir Betlehem,
    á, lat títt milda ljós
    nú lýsa inn við friði og vón
    í vára heim og hús.

    Í hvørt eitt hjarta tungt og myrkt,
    tín glæma lýsi blíð,
    ein glæma av Guðs kærleiks lind,
    í hesi jólatíð.

    Nissumamma og nissupápi

    Orð: Asta Gynt
    Lag: Ókendur uppruni
    Týtt: Ókend/ur

    Nissumamma og nissupápi, nissugenta og -drongur,
    nissumatur, nissuborð, nissufólkakongur.
    Tjúkka nissa – klæna nissa,
    stutta nissa – langa nissa,
    stjørnurnar tær glampa,
    allar nissur trampa.

    Reyðar húgvur, hosur gráar allar nissur eiga,
    renna so um jólatræið og hvønn annan leiða,
    troyggjan reyð og skeggið grátt,
    á, sum nissan hon er flott,
    stjørnurnar tær glampa,
    allar nissur trampa.

    Rísingreyt og ræstan fisk, bomm og stóran pakka
    nissubørn tey ynskja sær, og tey bara snakka.
    Tjúkka nissa – klæna nissa,
    stutta nissa – langa nissa,
    stjørnurnar tær glampa,
    allar nissur trampa.

    Av lívinum lítið tú lærdi

    Orð: Steingrím Niclasen
    Lag: Gunnar Justinussen

    Av lívinum lítið tú lærdi
    um ikki tú lærdi tað
    næstanum hond at rætta
    áðrenn hann bønandi bað

    Av lívinum lítið tú skilti
    um tú – tá ið sól fer í kav
    einki av øllum tær untist
    neyðstædda næstanum gav

    Av lívinum lítið tú skilti
    um tú teg í yvirflóð
    klæddi í purpur og visti
    at næsti tín nektaður stóð

    Av lívinum einki tú skilti
    um tú tá ið nátt ber á
    frá vøgguni át teg mettan
    og næsti tín matleysur lá

    Av lívinum einki tú lærdi
    um løtu á tindinum stóð
    men hómaði ikki næstan
    sum niðri í fjøruni vóð

    Av lívinum einki tú skilti
    um borin á tindar eitt bil
    og lætst har í øllum tú gjørdi
    sum var ikki næsti tín til

    Men lærdi teg lívið at rógva
    við næstanum streymharðan sjógv
    tá kannst av sonnum tú siga
    at lívið tað lærdi teg nógv

    Motor-mani

    Orð og lag: Bogi Olsen og Martin Joensen

    Eg havi keypt mær ein bil
    ið koyrir hagar eg vil
    kemur tú uppí
    hann hevur kompakt-disk
    – elektroniskt rútavisk
    og hann bremsar væl
    hann hevur fýra hjól
    og háfjalssól og luktar væl
    av leður og stál – hann hevur egna sál
    og eg elski hann

    Hann kostar hálva millión
    meir enn tann hjá Jón
    – hóskar til mín persón
    tá eg trýsti á ein knapp
    koyra vit um kapp
    – tit hava ongan kjans
    og tá eg seti hann
    í garasjuna pakki eg hann inn
    í floyal og vatt – mín egna skatt
    á eg elski hann

    Eg havi motormani – eg fái bert frið
    í fimta gear
    tá mítt skínandi stál rýkur fyrst í mál
    á tá livi eg væl
    eg havi motormani – um eg fari á glið
    tað gerst ikki við
    bert eg havi mín bil
    kann verðin vera sum hon vil

    Eg havi goldið kontant
    eg havi onki lænt
    tí eg havi ráð
    eg havi fiskað nógv
    og arbeitt í slógv
    so eg havi ráð
    kom bara upp í
    so koyra vit alt Føroya land runt
    – her er leður og stál – hann hevur egna sál
    og eg elski hann

    Eg havi motormani…

    So ganga míni ár

    Orð: Martin Joensen
    Lag: Ólavur Højgaard

    So ganga míni ár,
    í morgin var í gjár.
    Og heystið bankar á mín rút,
    so ganga míni ár.

    Eg klagi ikki, men
    so nógv er ógjørt enn;
    spurningar, ið vænta svar,
    so ganga míni ár.

    Eg minnist enn dreingin, ið droymdi.
    Dreingin, ið býr í mær enn.
    Hann kanska væntaði sær meir,
    í morgin var í gjár.

    Men tað ið er farið er farið,
    og tað ið er hent er hent.
    Og heystið bankar á mín rút,
    so ganga míni ár.

    Hvussu var tað nú hon æt

    Martin Joensen
    Orð og lag: Martin Joensen

    minnist tú ungdómsins torføra vár
    tá tú vart
    bara fimtan
    ókendar kenslur seg trokaðu fram
    vildu út
    út at spæla

    í nýggjasta móta í skúlagarðinum
    við frøknum uttan tal
    men tann einasta eina teg ongantíð sá
    hvussu var tað nú hon æt

    fríggjakvøldsbiltúrur baksetursfjas
    og tú fekst
    fyrsta fríggið

    við blóðreyðum kjálkum
    og bankandi hjarta
    til hús
    ringt at sovna

    men stokkut var gleðin og lagnan ísakøld
    longu næsta leygarkvøld
    í dansistovumyrkrinum ein annar tók títt pláss
    hvussu var tað nú hann æt

    tað kvøldið ein eiður í luftina fleyg
    og tú svór:
    aldri aftur!
    men tíðin tíbetur hon lekir øll sár
    tó tað var
    í síðstu løtu

    men árini gingu tú mátti ganga við
    inn í vaksnamannalið
    og ofta um nætur
    tú minnist farna tíð
    hvussu var tað nú hon æt

    Tá eg droymi

    Orð: Martin Joensen
    Lag: Ólavur Højgaard

    Tá eg droymi, droymi eg um teg
    og um sólfyltar dagar síðst í mai.
    Tá í vársins gróðri vit gingu,
    – millum sóljurnar fótur tín tá steig.

    Tá eg vakni, ja, tá minnist eg
    síðsta túrin í skýming fram við strond.
    Meðan roðin enn gylti vágna
    merkti eg, at tú slepti míni hond.

    Um eg bert kendi tey loyndarmál, tú duldi.
    Um eg bert visti hvar tú vart,
    um eg bert visti hví tú fórt?

    Tá eg vakni hugsi eg um teg,
    og eg smílist, tó sinnið kennist tungt.
    Minnist løturnar, vit tó áttu,
    – minnist várið, tá hjartað enn var ungt.

    Á Gerðisheyggi

    Orð: Martin Joensen
    Lag: Niels Olsen

    1. Standi her á gerðisheyggi
    ein dovnan summarsunnudag
    skamt ífrá ein gásasteggi
    fýsir frekt og stetlar avstað
    sólin steikir skallabein
    havi gingið fittan tein
    ætlaði mær inn í heygadal
    men eg vænti tað kemur eitt æl

    2. Bygdin dúrar sum í dvala
    døgurðaroykur millum hús
    hvølpur rennur eftir hala
    eg floyti ein sunnudagsblues
    vágin glitrar dýrdarblá
    meðan eg tyggi eina skrá
    ætlaði mær inn í heygadal
    tó á gerðisheyggi siti eg væl

    3. Ternan trúgv í miðjum sundi
    hóvliga hon passar sítt
    skilamenn við ongum skundi
    roykja svart og spyrja nýtt
    gásasteggin nú við ferð
    fýsir meg úr dreymaverð
    hasti upp og inn í heygadal
    sólin steikir og enn einki æl