Hongdur á kross

    Hongdur á kross í svárari neyð
    tó tað var ei hetta, ið voldið Hansar’ deyð,
    Hann gav seg so, tú kenna kundi sannleikan.
    Kanst tú fáa teg at siga nei til tann mann?

    Um Harrin Kristus kom og stóð her hjá tær,
    Hansar’ táravættu kærleikseygu tú sær,
    og rætti naglamerktu hond móti tær.
    Hvat kundi fingið teg, at sagt nei til henda mann?

    Kundi tú litið inn í eygu Hans,
    tá tú veist, at Hann hugsar kært um teg
    sagt eg eri ei til reiðar at geva Tær alt
    eg vil fara mín egna veg.

    Jesus er her, tú Hann síggja kanst,
    um tú bert blundar í hjartanum sæst Hann
    nú er tað bert upp til tín, Hann hevur gjørt alt Hann kann.
    Hvat er tað, sum fær teg at siga nei til tann mann?

    Hongdur á kross har Hann sigurin vann
    Kanst tú fáa teg at siga nei til tann mann?
    Áh, hvat er tað sum fær teg at siga nei til tann mann?

    Reinur sum kavi

    Orð og lag: Ókendur
    Týtt: Hjørleif Poulsen

    1. Reinur sum kavi, frelsu eg havi
    fingið við Jesu Kristusar blóð.
    Orðið mær sigur, at nú er friður
    fingin, tí lambið fíggindan slóð.
    Frelstur eg eri, sælur, bert tí
    Jesus, Guds sonur, deyðan gekk í.
    Frelstur frá dómi, himin eg hómi.
    Amen, halleluja.

    2. Hugsa eg mundi, at Gud ei kundi
    náði mær veita, júst sum eg var.
    At skula líða, berjast og stríða
    stóð mær for eyga livandi nær.
    Hart gjørdist stríð mær, møði og neyð,
    og eg bert fann har máttloysi, deyð.
    Hann hevur vunnið, blóðið er runnið!
    Amen, halleluja!

    3. Í øllum váða eg tó kann fáa
    náði, tí Jesus frelsu mær vann.
    Hann mátti líða, berjast og stríða,
    í fylling tíðar sigraði hann.
    Reystur eg renni, hoyr mína rødd:
    Syndin er strika, sálin er grødd.
    Gud blítt mær sigur, at nú er friður!
    Amen halleluja!

    Stór er tín trúfesti, áh, Gud

    Chris TomlinBjarni Jøkladal
    Orð og lag: Chris Tomlin
    Týtt: Bjarni Jøkladal

    1. Stór er tín trúfesti, áh, Gud,
    við hjarta syndar’ stríðir tú.
    At hvíldarvøtnum leiðir tú til miskunn,
    og einki skilir okkum nú.

    Niðurlag: So ver við tínum fólki,
    ver við tínum børnum,
    og minst til tað lyftið, tú gav.
    Tín náði, áh, Gud,
    tín náði, áh, Gud,
    tín náði er nóg mikið mær.

    2. Stórur í mátti, kærleika,
    teim veiku gevur styrkina.
    Í songi frelsunnar tú leiðir okkum,
    títt fólk tær gevur dýrdina.

    Hann hevur valdið

    Orð og lag: Ókend/ur
    Týtt: Britt Rasmussen

    Niðurlag: Hann hevur valdið,
    hann vil geva tær sína kraft.
    Yvirflóð av gleði fært tú, áh, ja.
    Hygg tí upp og óttast ei,
    Jesus biður fyri tær.
    Hann er ei umbroyttur, nei,
    hann hevur valdið.

    1. Um alt er myrkt og dapurt,
    trupulleikar herja á,
    Himmalin, hann kennist stongdur,
    ongan útveg tú kanst sjá.
    Men tá finst ein leið at ganga
    í og gjøgnum Jesu blóð.
    Tú til hásætið fært atgongd,
    Jesus valdar enn í dag.

    2. Jesus bar tína sjúku,
    hann tók tína straff,
    tá blóðið rann á krossi,
    og hann knústi deyðans makt.
    Tí hann Leyvan er av Juda,
    Guds einborni Sonur er,
    Kongur konga, Harri harra,
    og hann valdar her í dag.