Reytt, blátt og hvítt

    Orð: Heri Nolsøe
    Lag: Jógvan Olsen

    Føroyar góvu Eysturríki ein vals.
    Tað hoyrdist úr Wien og heilt til Mikladals.
    Í heimspressu Føroyar bara fingu rós,
    tá eystríkar snávaðu heilt út av kós.

    Kempaðu, bardust teir allir sum ein,
    máltalva Føroya var hildin rein,
    stríddust her garpar við vilja av stál’
    og førdu til sigurs Føroyar á mál.

    Merkið reytt og blátt og hvítt,
    veittrar frítt um heimin vítt.
    Fjøllini, fólkini stolt standa rætt,
    Dávid her feldi Goliat.
    Dávid her feldi Goliat.

    Koyrið á…
    Koyr á Føroyar…

    Brimbardar oyggjar og fólk gingu kyk,
    frásøgumenn róptu megnaravrik,
    Føroyar tær skulvu í botn og í grund,
    sigursrúsur um dalar og sund.

    Merkið reytt og blátt og hvítt,
    veittrar frítt um heimin vítt.
    Fjøllini, fólkini stolt standa rætt,
    Dávid her feldi Goliat.
    Dávid her feldi Goliat.

    Koyrið á…
    Koyr á Føroyar…

    Í Norðurírlandi húsini grá,
    í Jugoslavia luftin so blá,
    tá leikararnir syngja “Tú alfagra land mítt”,
    Føroyar tær bylgjast í barminum blítt.

    Merkið reytt og blátt og hvítt,
    veittrar frítt um heimin vítt.
    Fjøllini, fólkini stolt standa rætt,
    Dávid her feldi Goliat.
    Dávid her feldi Goliat.

    Koyrið á…
    Koyr á Føroyar…

    Maria

    Orð og lag: Hans-Inge Fagervik
    Týtt: Einar Petersen

    Fyrstu ferð eg sá teg, tað var ein summardag.
    Tú kom rennandi ímóti mær so glað.
    Títt langa, myrka hár, í vindinum sum lín.
    Og eg minnist, at eg ynskti, tú vart mín.

    Og vit hildu saman, men bert í stutta tíð.
    Eg sveimaði á skýggjum, tú vart so fitt so blíð.
    Men tú vildi liva lívið, tú vildi vera frí.
    Og áðrenn eg visti, vart tú ei longur mín.

    Farvæl Maria, farvæl, og takk fyri tað tú var.
    Úr okkum báðum spurdist einki par,
    men takk, takk Maria.

    Árini tey gingu, men eg gloymdi ikki teg.
    Og ein dag møttust, aftur tú og eg.
    Ein nálarmerktan arm, tú rætti fram og bað
    eitt oyra til mat, sýt mær ikki tað.

    Eg nevndi teg við navni og tav tær tað, tú bað,
    Tú orkaði ikki at svara, en fór grátandi avstað.
    Og í dag áðrenn konsertina fekk eg tey tungu boð,
    at tú vart deyð, hví skuldi tað enda so?

    Eg fekk ikki sitið her, eg mátti út,
    at fáa linna fyri mína sút.
    Regnið fjaldi tárini, og gott var tað.
    Tí ongin skuldi síggja, at eg græt.

    Tað byrjaði í spølni, men tú dugdi ikki hógv.
    Prísurin var høgur, tú mátti gjalda nógv.
    Men Maria eg vil minnast teg, sum tú var tann summardag.
    Tá tú komst rennandi ímóti mær so glað.

    Leið, milda ljós, ígjøgnum tokukleim

    Orð: John Henry Newmann
    Lag: C.H. Purday
    Týtt: Jákup Dahl

    1. Leið, milda ljós, ígjøgnum tokukleim,
    lýs tú mær leið!
    Nú kom hin svarta nátt og langt er heim,
    lýs tú mær leið!
    Leið tú mín fót, at síggja allan veg
    mær tørvar ei, við eitt stig hjálpist eg.

    2. Slík bøn mær fyrr ei altíð kom í hug:
    Lýs tú mær leið!
    Eg vildi sjálvur greiða veg, – men nú:
    lýs tú mær leið!
    Mín trá til heimin stóð, mín sál var stríð,
    og hugmóð stórt, – o, gloym ta vándu tíð!

    3. Tín hond ei slepti mær, eg veit tað væl,
    hon leiðir meg.
    Um stíggj og fjall og dal eg ganga skal,
    heim komi eg.
    Tá nátt er av, um ljósa morguntíð,
    tá heilsa mær tey eingla andlit blíð.

    Uttan teg

    Orð og lag: Martin Joensen

    1. Uttan teg var tøgnin tóm,
    ljósið uttan lit og ljóm.
    Ælabogin gráur var,
    um ei, Faðir, tú vart har.

    2. Uttan teg var dagur nátt,
    sólin átti ongan mátt.
    Uttan teg var glóðin køld,
    uttan teg var morgun kvøld.

    Niðurlag: Tá mín brekka gerst ov brøtt,
    tá mær tokan gerst ov tøtt,
    Faðir, fylg mær tá á leið,
    tú, sum eina troyttast ei!

    3. Hvirlur bresta á mín rút,
    tigandi eg hyggi út.
    Man í storminum tá eg
    aftur, Harri, hóma teg?

    4. Verjugarður mín ver tú,
    vakta, Harri, mína búð!
    Faðir, ver tú styrki mín,
    leið meg loksins heim til tín!

    Niðurlag: Tá mítt berg mær gerst ov høgt,
    tá hvørt vitaljós er sløkt.
    Faðir, fylg mær tá á leið,
    tú, sum eina troyttast ei!

    Svarti ravnur

    Orð og lag: Martin Joensen

    Spreið tínar veingir út 
og flúgv so yvir vøtnini.
    Yvir dimmu dalarnar 
og fram til gylta tindin.
    Svarti ravnur set teg har,
 ið sólin fer í kav,
    – og lat bleyta árkvæðið 
rura teg í blund,
    – tú svevur væl,
 tú svevur væl …

    Næsta morgun sterka 
rúmdarsólin hitar kroppin tín,
    – lat so veingir tína bera teg
 til undurlandið.
    Svarti ravnur, legg nú væl
 til merkis hvat tú sært,
    – og lat ikki harða sólarljósið 
blenda teg …
    lat tað ikki blenda teg.

    Ljósir kroppar heilsa tær
 og undrast yvir búna tín.
    Lat teir ikki nema teg,
 – hevja teg til skýggja.
    Svarti ravnur, flúgv so heim 
og sig mær hvat tú sá.
    Ert tú enn tann sami, sum
 tá ið tú fleyg avstað …
    tá ið tú fleyg avstað.

    Tú bar mær ta sól

    Orð: Sigmund Poulsen
    Lag: Jóhannus á Rógvu Joensen

    1. Tú bar mær tað sól
    sum í skýggjum var goymd
    tú bar mær boð um sjálvt lívið
    tú rætti mær stjørnur og mána í hond
    tú bar meg heim gjøgnum dreymanna lond
    tú vakti mítt hjarta til lívið.

    2. Eg syngi tær alt sum eg syngja tær kann
    eg syngi tær um sjálvt lívið
    eg syngi tær stjørnur og mána í hond
    eg syngi teg inn í dreymanna lond
    eg syngi ein sang um sjálvt lívið.

    3. Tú bar mær tað sól
    sum í skýggjum var goymd
    eg syngi tær um sjálvt lívið
    tú rætti mær stjørnur og mána í hond
    eg syngi teg inn í dreymanna lond
    tú vakti mítt hjarta til lívið.

    Lívsmynd

    Orð og lag: Steintór Rasmussen

    Enn eri eg ungur
    og enn í góðum lag,
    mær tørvar einki føðibræv
    til at prógva tað.
    Eg minnist ei mín barnadóp
    og mína grulvutíð;

    Nú eri eg nóg vaksin
    til at skilja hvat og hví.
    Eg vil elska, eg vil syngja,
    eg vil fevna kærleikan,
    eg vil leita til tey støð,
    har eg finni sannleikan.

    Lívið er mítt listarverk,
    eg máli jú hvønn dag;
    Um eg fylli hundrað ár,
    ei liðugt verður tað.
    Vónin er at myndin mín
    ein mildan skugga fær,
    tá fólk úr øllum heiminum
    frælsið ogna sær.

    Eg vil elska, eg vil liva,
    eg vil syngja friðarlag
    saman við so mongum menniskjum,
    sum altíð vilja tað….
    Vilja gráta, vilja flenna,
    ynska frið í heiminum,
    og við álit’ á hvønn annan
    læra mangt av lívinum.

    Í Gøtu ein dag

    Eivør Pálsdóttir
    Orð: Tróndur Olsen
    Lag 1: Eivør Pálsdóttir
    Lag 2: Vísulag (Velkommen igen)

    1. Í Gøtu ein dag
    har hendi eitt undur, ei fyrr var tað sæð:
    Tað skramblar sum heglingsæl – luftin var klár
    tað ýlur av stormi – tó ei rørdist hár,
    klettarnir spreingjast, sum snarljós teir traff.
    Øll Gøta var paff.
    Øll Gøta var paff.

    2. Ei undur var í:
    Í Tróndargjógv undir Borðoyarlíð
    lá Tróndur og rembdist, hann spenti so fast,
    at Trølkonufingur í liðinum brast,
    og Kellingin datt, hon stóð har so trygt,
    og Risin fekk gikt
    og Risin fekk gikt

    3. Nú vaknaði við
    hin gamli í gjónni og royndi eitt stig,
    men tungur var bulur og beinini veik,
    tó hvat gjørdi Tróndur tá mátturin sveik?
    Hann gandaði Geyta í grøvini lá,
    so Geyti stóð hjá
    so Geyti stóð hjá

    4. Teir heilsaðust so.
    Hoyr olmussudýrið, mær tørvar eitt boð.
    Eg svav her so leingi, eg sigi tær satt,
    eg veit ikki hvussu í Føroyum er statt.
    Um tingið er sett og um menn lata skatt,
    meg lysti at frætt.
    meg lysti at frætt.

    5. Tað gekk so ein tíð,
    og Geyti kom aftur í Borðoyarlíð.
    “Jú, nógv er at frætta, teir lesa í bók
    um Sigmund og teg og um kalvan teg tók.
    Í gandi hvør maður í Føroyum er nú
    nógv betur enn tú.
    nógv betur enn tú.

    6. Teir sigla í logn,
    teir rógva og hava ei árar í ogn.
    Teir tosa úr Gøtu og suður í Vág,
    úr Føroyum til Hetlands eitt ílatog lá;
    hin “rómarski” pávin lá deyður ein dag –
    brátt vistu teir tað.
    brátt vistu teir tað.

    7. Men fólkið er smátt,
    og kvinnurnar detta um miðjuna brátt.
    Á høvdinum bera tær fjarðar og gras,
    og eg sá ein mann nýta botn, tá hann las.
    Á monnum er pannan so høg, at eg sá
    hana aftanífrá.
    hana aftanífrá.

    8. Og alt letur skatt,
    og mjøður er bannaður – jú tað er satt.
    Tað mesta av jørðini fór undir kong” –
    Tá suffaði Tróndur: “So aftur í song! –
    Men sig hvat ger tingið. Nú statt ei og bín!”
    “Jú, teir selja grýn!”
    “Jú, teir selja grýn!”