Mangan tú undrast, hví tárini renna stríð

    Orð og lag: Gordon Jensen
    Týtt: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: Tears are a language God understands

    1. Mangan tú undrast, hví
    tárini renna stríð,
    og byrðin kennist tyngri, enn tú megna man!
    Men Gud tær stendur nær,
    hvørt tár hann falla sær,
    – tár er eitt mál, ið Gud skilja kann!

    Niðurlag: Gud sær hvørt tár frá tí hjartabrotnu sál,
    hann hoyrir tey, hann skilir teirra mál!
    Gud rørdur hjálpir tá,
    tú kallar navn hans á
    – tár er eitt mál, ið Gud skilja kann!

    2. Tá sorgin nívir fast
    og tár á eyga sæst
    – og eydnuna, tú droymdi um, tú ikki fann,
    tá Gud ei gloymir teg,
    men ger ein gongdan veg
    – tár er eitt mál, ið Gud skilja kann.

    Mangt og hvat ófatandi mítt eyga sá

    Orð og lag: Howard Davies
    Týtt úr donskum: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: Mange er de ting, som jeg ej kan forstå

    1. Mangt og hvat ófatandi mítt eyga sá,
    ja, mangt undursamt um heyg og hól.
    Men tað undurverdasta, eg grundi á,
    er Guds kærleiksflóð og náðisól.

    Niðurlag: Hægri upp enn stjørnufjøldir seta spor,
    fjarari enn markið millum suður, norð,
    vellir fram Guds makaleysa náði góð,
    undurfulla kærleiksflóð.

    2. Tá til Jesus mína synd og skomm eg bar,
    fyri honum kærdi mína neyð,
    setti á hann álit mítt, júst sum eg var,
    syndabót og kraft hans náði beyð.

    3. Kristi stóra kærleika eg fati ei,
    hann til fulnar aldri lýsast kann.
    Jesus steig av Himli og gekk krossins leið,
    vinur mín og frelsari er hann.

    Tilbiðið Harran í prýði háheiløgum

    Orð: John Samuel Bewley Monsell
    Lag: Tom Fettke
    Týtt: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: Worship the Lord in the beauty of holiness

    1. Tilbiðið Harran í prýði háheiløgum,
    hjørtuni boyggið, kunngerið hans prís!
    Við lýdnis- og forbønarroykilsi heiløgum
    níg fyri honum og heiður hans vís!

    2. Fram fyri ásjón hans stígið í sannleika,
    takksemisgávur og lov honum ber,
    við sannleika hjartans og kærleikans reinleika
    offur til Jesus, sum Kongur vár er!

    3. Tilbiðið Harran í prýði háheiløgum,
    hjørtuni boyggið, kunngerið hans prís!
    Við lýdnis- og forbønarroykilsi heiløgum
    níg fyri honum og heiður hans vís!

    Undrast eg má á tín kærleika, Gud

    Orð og lag: Sidney E. Cox
    Týtt úr enskum: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: I am amazed

    1. Undrast eg má á tín kærleika, Gud,
    at Sonur tín ofraði seg!
    Frá upphavi sást tú, hvat virði var í
    fallin at frelsa og ónd eins og meg!

    Niðurlag: Undrast eg má, at tú doyði og leið
    í mín stað og synd mína bar,
    at frelsast við krossverki tínum eg kann
    – og ikki av verkum hjá mær!
    Tað er satt, ja, satt,
    so gamalt, tó nýtt – ger tað hjarta mítt glatt!
    Undrast eg má, at tú doyði og leið
    í mín stað og synd mína bar!

    2. Undrast á náðina má eg, áh, Gud,
    eitt himmalskt, eitt undurfult orð!
    Hin falna í synd tú her reisa kanst upp,
    náðinnar rættir tú setir á borð!

    3. Undrast eg má, tá eg minnist Guds Son:
    Úr dýrd – inn í deyðan hann steig!
    Guds vreiði og dóm tók hann sjálvur á seg
    – prís fái hann fyri alt, ið hann leið!

    Ein smádrongur, kaldur og svangur

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Jákup Zachariassen

    1. Ein smádrongur, kaldur og svangur,
    av krígsávum grátandi gekk,
    tí dagurin tóktist so langur,
    og deyðin í luftini hekk.

    Niðurlag: „Nær fái eg mat inn í munnin
    og nær kemur pápi mín heim?
    Skjótt seinasti tímin er runnin,
    – skjótt verður alt gleði og gleim!“

    2. Hann græt, tí at mamman var flýggjað
    og systkini øll vóru deyð.
    Í vónloysi fall hann til kníggja
    og bað: „Harri, síggj mína neyð!“

    3. Tá rópti hann: „Hygg hvat eg síggi,
    hygg Jesus, hygg dýrd hans og bros!“
    Og burtur úr vanda og kríggi
    til Himmals hann flutti eitt nos.

    Niðurlag: Á jørðini er eingin friður,
    her er ei várt verandi heim.
    Men tann, sum um frelsuna biður,
    skal uppliva Himmalsins gleim!

    Deyður við tær, Harri, tú ert nú mín

    Orð: Daniel Webster Whittle
    Lag: May Whittle Moody
    Týtt: Arnfinnur Setberg og Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: Moment by moment

    1. Deyður við tær, Harri, tú ert nú mín,
    lívið tú gavst mær, tú kallar meg tín.
    Vend mær mót tær, og mær dýrd tína sýn
    – dag eftir dag, Harri, á meg tú skín!

    Niðurlag: Dag eftir dag, Harri, elskar tú meg,
    dag eftir dag, Harri, lív eigi eg.
    Vend mær mót tær, so tín dýrd lýsir mær
    – dag eftir dag, Harri, ert tú mær nær.

    2. Hótti meg freisting, tú altíð vart nær,
    tyngdu meg byrðar, tú við mær tær bar,
    skar sorgin hjartað, eg troyst fekk og svar
    – dag eftir dag, Harri, vernd vart tú mær.

    3. Hjørtu, sum suffa í trongd og í neyð,
    sorgtyngd, sum knógva um einsligan heyg,
    alt, sum tey sakar, at flýggja tú beyð
    – dag eftir dag, Harri, varði tú tey.

    4. Er nakar veikleiki, tú ikki vann,
    er nøkur sjúka, tú grøða ei kann?
    Í øllum umstøðum vegin tú fann
    – Jesus, mín troyst, hvat so baga enn man.

    Fjøllini tey sterku kunnu vikast

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Eyðun á Lakjuni

    1. Fjøllini tey sterku kunnu vikast,
    heyggjar flyta seg úr stað.
    Men Guds miskunn aldri frá tær fer,
    øll Skriftin ber jú prógv um tað.

    Niðurlag: Halleluja, halleluja!
    Lyftið er jú bygt á hann!
    Halleluja, halleluja!
    Orðið ei svíkja kann!

    2. Jørð og himmal skulu víst forganga,
    máni, sól ei vera til.
    Men Guds orð og lyfti standa føst,
    tey ævigt einki vika vil.

    3. Tá ið vit nú ríki skulu fáa,
    eitt, sum aldri verður rist,
    vilja vit tí søkja dag um dag
    Guds rættvísi og ríki fyrst.

    Teir negldu Harra mín á træ

    Orð og lag: Charles Austin Miles
    Týtt: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: They nailed my Lord upon a tree

    1. Teir negldu Harra mín á træ,
    har doyggja lótu hann.
    Slíkt kærleiksoffur, aldri tað
    við nakað metast kann!

    Niðurlag: Krossfestur, krossfestur,
    í deyðan gav hann seg,
    varð gjøgnumstungin, pínslaður
    júst fyri teg – og meg!

    2. Til spott hann tornakrýndur varð,
    drakk beiska kalik tín.
    Hann syndabyrði tína bar
    og doyði deyða mín.

    3. „Gud, fyrigev teim,“ rópti hann
    og boygdi høvur sítt.
    Guds Lamb, sum deyðan yvirvann,
    varð syndaoffur mítt!

    4. Hans kærleiksrødd nú kenni eg
    og prísa honum skal,
    tilbiðja hann, sum frelsti meg,
    – mín sál er loyst og sæl!

    Navnið Jesus ber av øllum

    Orð og lag: William J. Gaither
    Týtt: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: What a lovely name

    1. Navnið Jesus ber av øllum,
    undurfult og søtt,
    hjørtuni ger løtt.
    Yndisliga navnið, Jesus,
    tað hitt sama er,
    undurverk tað ger!

    Niðurlag: Yndisliga navnið, navnið Jesus,
    út um rúmd so fjart
    skínur tað so bjart!
    Søtari enn songurin í Himli,
    trygga friðarhavn,
    yndisliga navn!

    2. Kraft er í hans dýra navni,
    til frelsu, frið,
    endurloysing við.
    Hann hin syndasjúka reinsar,
    opnar eygu blind,
    fyrigevur synd!

    3. Skjótt hann savna skal í skýggjum
    úr hvørji tjóð,
    loyst við Lambsins blóð,
    flytur tey inn í gullstaðin,
    tekur tey í favn;
    yndisliga navn!

    Við songarstokkin móður

    Orð: Zacharias Zachariassen
    Lag: Eyðun á Lakjuni

    1. Við songarstokkin móður
    eitt kvøldið settist eg,
    tá lívsins harði róður
    við ótta fylti meg.
    Men barn og móðir lógu
    – áh, yndisliga sjón –
    so friðfult har og svóvu
    – ein mynd, ið gav mær vón:

    2. Mítt lítla barn har svevur
    sín søta náttarblund,
    og hvílu Gud tí gevur
    í likam, sál og lund.
    Fullnøktað, trygt tað hvílir,
    væl vart við móður lið,
    tað stilt í dreymi smílir
    og nýtur fullan frið!

    3. Meg henda myndin lærdi:
    Eg óttast nýttist ei,
    tí Harrin meg jú vardi,
    hvørt stig mín fótur steig.
    Sum barnið nú eg hvíli
    við Harrans egnu lið,
    mót framtíðini smíli
    og njóti, Gud, tín frið!