Tá ferð er endað

    Orð og lag: Sandy Knight
    Týtt: Árni Jacobsen

    Viðhvørt eg helt, at eg ei málið fór at náa,
    men skjótt nú nærkast mót himli mín ferð.
    Nøkur fet bert fyri Jesus og so eg stígi
    inn í staðin – nýggja heim mítt har er.

    Tá ferð er endað, ein ferð so baldrut tá er endað.
    Tá ferð er endað, men ei einsom sál mín var.
    Tá ferð er endað, sum eg sakna fari ei.
    Tá ferð er endað, hon verd var alt mítt stríð.

    Av fyrstum var sum bjartar vóru allar vónir,
    men truplir dagar brátt tóku mín mátt,
    men eg aldri misti heimið úr eygsjón.
    Ein stund tó kemur, tá ið eg rópa skal hátt:

    Mín ferð er endað, ein ferð so baldrut nú er endað.
    Mín ferð er endað, men ei einsom sál mín var.
    Mín ferð er endað, sum eg sakna fari ei.
    Mín ferð er endað, hon verd var alt mítt stríð.

    Eg veit, Hann kemur

    Týtt: Árni Jacobsen

    Jesus, hann var farin,
    og eftir stóð skarin,
    tá eingil Harrans greitt teim hetta boðið ber,
    sigur: “Ei tit skulu stara,
    tí at hann, tit sóu fara,
    sum hann fór, ein dagin brátt hann aftur er”.

    Eg veit, hann kemur, sum hann greitt hevur sagt,
    mær er sagt, at ein lúður fer at gella hátt,
    so deyð tá verða vakt.
    Eftir lítið eygnabrá
    í skíggjum vit hann sjá,
    tí tá hann kemur, sum hann greitt hevur sagt.

    Brátt úr havsbrúgv rísur dagur
    – tann morgun undurfagur
    nærri er enn mangur í dag sær gevur far.
    Tá Guds fólk úr øllum tjóðum
    verður loyst frá tyngdarlógum
    og í skarum fer um gylta portrið har.

    Hvørt eitt lítið ynski

    Orð og lag: Daryl Williams og Sheri LaFontaine
    Týtt: Árni Jacobsen

    Áðrenn eg enn dró mín allar fyrsta andadrátt,
    tú mær virkaði eitt stað at hvíla meg og vinna mátt.
    Ei tørv mín tá eg kendi,
    øllum tú tó vendi
    í dagsins strevi, lívið ber.
    Tín favnur tá var,
    sum mær hvíluna bar,
    ja, áðrenn eg enn vitsti tað.

    Hvørt eitt lítið ynski, hvør mín tørvur var,
    hvør ein vón, mín Harri, ert tú vorðin mær.
    Hvønn ein lívsins dag,
    neyvt tú vitsti tað,
    hvør mín tørvur var.

    Áðrenn eg enn kendi hvíld og undurfullan frið,
    tú framdi eina frelsuætlan – vann mær grið.
    Harri, tú alt kendi,
    nátt til dag tú vendi
    og mettaði ta svongu sál.
    Eg vendi mær til tín,
    Harri, vinur mín,
    enn einaferð eg sanni, at …

    Mær tørvar teg,
    mær tørvar teg!

    Hvønn ein lívsins dag,
    neyvt tú vitsti tað,
    hvør mín tørvur var.
    Hvør tørvur var!

    Vit eiga vón

    Orð: Jeff Weeks
    Týtt: Árni Jacobsen

    Tá í loyndum teir sótu í vónloysi har,
    hann, sum leiða teir skuldi, á ein kross negldur var.
    Men triðja dagin Maria teim boðini ber:
    “Eg havi meistaran funnið, og á lívi hann er!”

    Vit eiga vón, og hans navn er Jesus!
    Deyðan hann feldi, tí hans er alt vald.
    Lyftið hann gav, at hann kemur og børn síni savnar.
    Tá stór verður gleðin – henda vón ber okkum heim.

    Vit í lívinum ferðast sum skip um víða hav,
    og vit kósina halda, sum frelsarin gav.
    Um storm og streym vit enn kenna, stendur vitin fyri stavn,
    og skjótt upprennur sælur dagur, tá vit stevna inn í havn.

    Vit eiga vón, og hans navn er Jesus!
    Deyðan hann feldi, tí hans er alt vald.
    Lyftið hann gav, at hann kemur og børn síni savnar.
    Tá stór verður gleðin – henda vón ber okkum heim.

    Lyftið hann gav, at hann kemur og børn síni savnar.
    Tá stór verður gleðin – henda vón ber okkum heim,
    … stór verður gleðin … áh, stór verður gleðin,
    og henda vón ber okkum heim … himmalska heim!

    Tá ið seinastu ferð

    Orð og lag: Chris White
    Týtt: Árni Jacobsen

    Enn einaferð er geislandi sólin hválvi á,
    og onkur man mynda dýrdina, hann frá henni sá,
    men mær er tó sagt um ein dag, koma skal,
    tá ið sólin setur seinastu ferð handan tind og dal.

    Tá ið seinastu ferð sól fer handan sýn,
    skifti eg jarðarbúna mín um við hvítasta lín.
    Eitt undur er hent, tí alt Guds fólk tá flytir heim,
    tá ið sólin er sett handan tind og dal.

    Tað mangan man undra, hvat ið tá er hent,
    vísindin metir, tað okkurt má vera, teimum ei er kent.
    Men um tú tá er eitt Guds barn, tú skilja tað skal,
    tá ið sólin er sett handan tind og dal.

    Skjótt skal stormur linna

    Orð: Daryl K. Williams og Mary Y. Brown
    Lag: Chris White
    Týtt: Flóvin Tyril

    Er sólin enn fjald, skýrákið døkt,
    líkindi ring, svartskygnið økt,
    tó gjøgnum alt hómi eg ljós,
    leiða hann skal meg tryggastu kós.

    Ja, eg veit, skjótt skal stormur linna,
    veit, at brátt er land fyri stavn,
    veit, hjá honum trygd er at finna,
    hann er har, hann er har.

    Fjald fyri mær er framtíðarleið
    – annaðhvørt eydnurík ella ei,
    tað sama tað ger, hann er mær hjá,
    lyfti um náði eigi eg á.

    Í krossins skugga

    Orð og lag: Rich Crist Jr
    Týtt: Flóvin Tyril

    Á tí sólheita degi á Golgata høvd
    hekk tjóvur og píndist í angist og skuld.
    Hann til Jesus sær brá, segði við Hann: “Minst meg, tá
    Tú í ríki Tínum aftur koma skalt”!

    Hann í krossins skugga eyga fekk á Jesus,
    sá Guds Son sum sakleyst offur líða har.
    Úr tí neyð, ið gekk á hann, sálarbót og frið hann fann,
    í tí skugga, Kristi krossur gav,
    tað var har, hann uggan fekk, sum hann hjálparleysur hekk,
    hjálp og linna krossins skugga í.

    Sum Guds Sonur hekk har á krossins træ,
    Hann galt mína synd við tí blóði, sum rann.
    Hann sá mína neyð, hugdi mildur á meg,
    beyð vælkomnum mær í Sítt himmalska heim.

    Eg í krossins skugga eyga fekk á Jesus,
    sá Guds Son sum sakleyst offur líða har.
    Úr tí neyð, ið gekk á meg, sálarbók og frið fann eg,
    í tí skugga, Kristi krossur gav.
    “Tað var har, eg uggan fekk, sum eg hjálparleysur gekk,
    hjálp og linna krossins skugga í”,
    hjálp og linna krossins skugga í.

    Hvønn dag

    Orð og lag: Tim Wilde
    Týtt: Árni Jacobsen

    Tá eg mær til Jesus vendi,
    sálarfriðin eg fann.
    Burtur er nú øll fordøming
    bert við trúgv á hann.
    Av hans keldu nú eg drekki,
    manna sál mín nú fær.
    Hvat so enn mær møtir her,
    hann gerst dýrari mær.

    Hvønn dag fram á leið
    hann gerst dýrari mær.
    Hvønn dag á trúarveg
    Jesus stendur mær nær.
    Ein dag eg fylgist við honum
    á tí himmalsku strond.
    Hvønn dag fram á leið
    hann gerst dýrari mær.

    Smakka kanst tú lívsins vatnið,
    um tú kallar á hann.
    Tín tosta sløkk í tí lind,
    sum frá krossi rann.
    Handan sýn eitt land eg hómi,
    – skjótt, so eri eg har.
    Hitt sæla, fagra himmallandið,
    gerst enn dýrari mær.

    Drag meg nær at tær

    Orð og lag: Kelly Carpenter
    Týtt: Símun Jóannesarson Hansen

    Drag meg nær at tær,
    ver tú altíð nær.
    Mítt lív eg gevi bert til tín,
    tí tú vilt vera vinur mín.

    Mær leingist eftir Tær,
    ver Tú nær hjá mær.
    Tí eingin taka kann títt stað.
    Tú fløvar og mær gevur lív.

    Hjálp mær á tín veg,
    leið meg heim til tín.

    Tú ert mítt alt,
    og tú ert alt, mær tørvar.
    Tú ert mítt alt.
    Eg hvíli trygt hjá tær.