Warning: Use of undefined constant Síða - assumed 'Síða' (this will throw an Error in a future version of PHP) in /var/www/sangtekstir.com/public_html/wp-config.php on line 77
Zarepta 1999 | SΛNGTEKSTIR

SΛNGTEKSTIR

Føroyskir sangtekstir

Valmynd

Skip to content
  • Forsíða
  • Sangir
  • Bólkar og einstaklingar
  • Send okkum ein sangtekst

Zarepta 1999

    Møtast og skiljast

    -

    Orð og lag: Göte Strandsjö
    Týtt úr svenskum: Charlotta á Váli Olsen
    Upprunaheiti: Mötas och skiljas

    Møtast og skiljast – er lívið her,
    skiljast og møtast – tann vónin ber.
    Nú hvør fer til sín, og her siga vit farvæl,
    ynskja, Harrin tykkum signa skal.

    Barnasongbók - Jesus elskar smábørn, Charlotta á Váli Olsen, M, Ólavur á Váli, Zarepta 1999 |

    Jesus eiga øll at kenna

    -

    Orð og lag: H. Mitchell og I. McPherson
    Týtt: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: Everybody ought to love Him

    Jesus eiga øll at kenna,
    øll um heimsins høv og lond,
    Jesus eiga øll at elska,
    ein og hvør frá strond til strond;
    fyri hvørja tjóð hann doyði,
    fyri bæði góð og vánd,
    fyri bæði ung og gomul,
    øll um heimsins høv og lond.

    Barnasongbók - Jesus elskar smábørn, J, Zacharias Zachariassen, Zarepta 1999 |

    Vit syngja á morgni um Frelsaran kæra

    -

    Orð og lag: T. Llewellyn Barry
    Týtt: Ókend/ur
    Upprunaheiti: We’ll sing in the morning

    Vit syngja á morgni um Frelsaran kæra,
    vit syngja á kvøldi um kærleika hans,
    og tá ið so lívsleiðin her er at enda,
    vit syngja sigurssong í sølum Himmalsins.

    Barnasongbók - Jesus elskar smábørn, V, Zarepta 1999 |

    Verdur at æra

    -

    Orð: Ókend/ur
    Lag: Ókend/ur
    Týtt: Ókend/ur

    :,: Verdur at æra og verdur at lova, og verdur at prísa er hann! :,:
    Hann hevur frelst meg gjøgnum Lambsins dýra blóð,
    fríað anda mín.
    Verdur at æra og verdur at lova, og verdur at prísa er hann.

    Audio, V, Zarepta 1999 |

    Er hans navn ikki kært

    -

    Orð: Ókend/ur
    Týtt: Flóvin Tyril (1. og 4. vers), Brynleif Hansen (2. vers), Victor Danielsen (3. vers) og Petur William Háberg (5. vers)

    1. Er hans navn ikki kært –
    undurfult og dýrabart?
    Er ei Jesusar navn undurfult?
    Synd og bann
    bøtir hann,
    hetta sigur Bíblian. –
    Er ei Jesusar navn undurfult?

    2. Undurfult, undurfult navnið Jesus er,
    frelsir meg, leiðir meg og meg uppi ber.
    Vegurin, sannleikin, lívið hjá mær ver!
    Undurfult er navnið títt – Immanuel.

    3. Jesu navn, áh, hvør søtt!
    Ljós á jørð og Himli við.
    Jesu navn, áh, hvør søtt!
    Ljós á jørð og Himli við.

    4. Himmalin so undurfullur er,
    dýrdar-, friðarins verð,
    har mær ein bústað Jesus ger,
    undurfullur Himmalin er.

    5. Og inntil tá eg ferðist fram við gleði,
    inntil tá, mín sál kann syngja glað.
    Inntil tann dag, tá Jesus kemur aftur,
    inntil eg síggi ljósins stað.

    Barnasongbók - Jesus elskar smábørn, Brynleif Hansen, E, Flóvin Tyril, Petur William Háberg, Victor Danielsen, Zarepta 1999 |

    Nú eg eri tín

    -

    Orð: Arnfinnur Setberg

    Nú eg eri tín, (áh, kæri)
    Jesus, Harri mín,
    tú sum sól á mínum lívsins vegi skín!
    Nú eg eri tín, (áh, kæri)
    Jesus, Harri mín,
    tú sum sól á mínum lívsins vegi skín!
    Í hjartanum á mær
    so ísakalt alt var.
    Andans heiti kærleiki nú – brennur har.
    Nú eg eri tín, (áh, kæri)
    Jesus, Harri mín,
    tú sum sól á mínum lívsins vegi skín!

    Arnfinnur Setberg, Barnasongbók - Jesus elskar smábørn, N, Zarepta 1999 |

    Sum havið, so stórur

    -

    Orð og lag: Charles Austin Miles
    Týtt: Ókend/ur
    Upprunaheiti: Wide, wide as the ocean

    Sum havið, so stórur,
    høgur sum Himmalin har,
    djúpur so sum havið, Jesus,
    kærleikin er hjá tær!
    Óverdigur var eg,
    barn títt so eri eg nú;
    orð títt kom á mín veg,
    segði mær tað, at meg elskar tú.

    Barnasongbók - Jesus elskar smábørn, OC, S, Zarepta 1999 |

    Fyri dagin, Gud, sum farin er, eg sigi takk

    -

    Orð og lag: Arnold Børud
    Týtt: Zacharias Zachariassen
    Upprunaheiti: Aftenbønn

    1. Fyri dagin, Gud, sum farin er, eg sigi takk,
    og takk, at væl tú vardi meg.
    Tú í øllum vart mær nær, til sól í vestri sakk.

    2. Fyri øllum børnum, Gud, á jørð eg biðja má,
    áh, hjálp tú teim í trongd og neyð;
    lat tín verndareingil varða bæði stór og smá.

    3. Takk, at eg kann vita, at tú altíð varðar meg;
    takk fyri, at tú ert mítt skjól.
    Fyri stóra kærleik tín og góðsku takki eg.

    F, Zacharias Zachariassen, Zarepta 1999 | bøn, góða nátt |

    Áh, Jesus, tú ert alt hjá mær

    -

    Orð: Marius K. Magnusson
    Lag: Magnus K. Magnusson

    Áh, Jesus, tú ert alt hjá mær,
    eg hvíla vil í tær.
    Kom vís tú mær og leið tú meg,
    tín veg eg ganga vil,
    ja, til síðsta dag
    vit syngja glað
    upp reist, upp reist, upp reist.

    A, Magnus K. Magnusson, Marius K. Magnusson, Zarepta 1999 |

    Tú ert hjá mær

    -

    Orð og lag: Reuben Morgan
    Týtt: Símun Jóannesarson Hansen og Randi Hansen

    1. Tú ert hjá mær,
    tú varðar meg,
    hin sami ert.
    Tín kærleiki
    í ævir er.

    Niðurlag: So nær hjá Tær,
    tú heldur mær fast
    í tí hond, sum gav alt.
    :,: Tú sleppir aldri mær. :,:

    2. Tú gavst títt lív
    í kærleika.
    Tú frelsti meg
    og vísti veg,
    eg funnin varð.

    3. Gjøgnum alt
    ert tú hjá mær, Gud,
    sjálvt um eg varnist teg ei.
    Hvønn dag her
    vísir tú meir av tær,
    meir av tær.

    Ari Danielsen, Árni Petersen, Audio, Randi Hansen, Símun Jóannesarson Hansen, T, Zarepta 1999 |

Post navigation

← Eldri
0-9 A/Á B C D E F G H I/Í J K L M N O/Ø P Q R S T U/Ú V W Y Z SΛNGTEKSTIR

Contact

Føroyskir Sangtekstir
sangtekstir@gmail.com