Áður óljóð fylti sinnið, sorgin nívdi meg

    Orð og lag: John Willard Peterson
    Týtt: Meta av Fløtum
    Upprunaheiti: There’s a new song in my heart

    1. Áður óljóð fylti sinnið, sorgin nívdi meg,
    tí mítt hjarta tyngdist svárt av syndabyrðini.

    Niðurlag: Nýggjan song nú syngi eg,
    síðan Jesus loysti meg,
    nýggjan song nú syngi eg,
    himmalskt ljóð kom á mín veg.
    Øll mín synd er strikað út,
    tí í deyðan gav hann seg,
    fullan frið eg fann,
    ei eg vikast kann,
    nýggjan song nú syngi eg.

    2. Undurfull ein broyting hendi lívi mínum í,
    tí eg leit á Frelsaran, og sál mín gjørdist frí.

    3. Ein dag fari eg til Himmals, hoyri einglasong,
    syngja skal eg við teim frelstu prís til Gud, vár kong.

    4. Eg vil syngja honum lovsong, ið ei enda fær,
    fyri undurfulla bjarging, ið hann veitti mær.

    Jesus, takk, tú krossdeyðan leið

    Jesus, takk, tú krossdeyðan leið,
    takk, at blóð títt tað rann,
    so eg frælsi kundi fá.
    Eg boyggja meg vil nú
    og teg tilbiðja.
    Jesus, takk tú krossdeyðan leið.

    Takk, tú frelsti meg,
    takk, at lívið tú mær gav.
    Takk, at blóðsins kraft,
    hon frelsir enn í dag.
    Jesus, takk, at blóðið,
    tað reinsar enn.
    Takk, at sigurin vunnin nú er.

    Komið, børn, nú og hoyrið um Golgata kross

    1. Komið, børn, nú og hoyrið um Golgata kross
    og um hann, sum seg ofraði har,
    hann, sum átti Guds Himmal, tað alfagra pláss,
    men kom niður og synd vára bar!

    2. Minnist, minnist ta náði, hann sýndi, tá har
    hann hekk í tí djúpastu neyð,
    minnist spjótið í síðu og krossin, hann bar,
    minnist kvøl hans og pínu og deyð!

    3. Áh, aldri var sorgin so beisk, sum tann dag,
    tá hon nívdi hans hjarta og sál,
    tá hin reini Guds Sonur í okkara stað
    mátti tøma ta kvølfullu skál!

    4. Fyri okkum, tey falnu, sítt lív har hann læt,
    fyri okkum – so elskaði hann,
    fyri okkum hann toldi tað spott og tað hat,
    fyri okkum hans hjartablóð rann.

    5. Kæru børn, sigið, leggja tit einki í tað,
    at hans náði so undurfull var?
    Tá hann kemur, áh, skulu tit tá verða glað
    ella skelva? Áh, gevið nú svar!

    Gleðisongur fyllir mína sál í dag

    1. Gleðisongur fyllir mína sál í dag,
    mítt steyp er fylt og flýtur yvir,
    tí mín lívsleið gongur mót’ tí ljósa stað,
    mítt steyp er fylt og flýtur yvir.

    Niðurlag: Flýtur yvir, flýtur yvir,
    mítt steyp er fylt og flýtur yvir.
    Himmalskt gleðiljóð
    leikar sál mín fró –
    mítt steyp er fylt og flýtur yvir.

    2. Eina Jesus gekk hin tunga krossins veg –
    mítt steyp er fylt og flýtur yvir –.
    Har hans blóð varð úthelt, og tí livi eg,
    mítt steyp er fylt og flýtur yvir.

    3. Nú eg eri hans, tí hann meg hevur valt,
    mítt steyp er fylt og flýtur yvir,
    og hann er mín styrki, er mín vón – mítt alt.
    – Mítt steyp er fylt og flýtur yvir.

    4. Ei eg óttist, um enn leiðin trong er mær,
    mítt steyp er fylt og flýtur yvir,
    tí at hann vil hjálpa, hann er altíð nær.
    Mítt steyp er fylt og flýtur yvir.

    5. Vildi tú kent gleði, kunnað sungið við? –
    Mítt steyp er fylt og flýtur yvir –.
    Trúgv á hann, og tú skalt finna hvíld og frið!
    – Mítt steyp er fylt og flýtur yvir.

    Hin gamla søgan – ævigt nýggj hon er

    Orð og lag: W.G. Hathaway
    Týtt: Petur William Háberg

    Hin gamla søgan – ævigt nýggj hon er,
    hin gamla søgan – sannleiksorð hon ber,
    at Jesu deyði sælar okkum ger –
    dýr er hin gamla søgan.
    Tá hin frelsti skarin savnast,
    er hon gingin, kongsins smala leið.
    Sig mær ta gomlu søgu,
    eg veit, hann vil meg gloyma ei (halleluja).
    Tú skalt kunna veiða mær menn,
    um tú bert vil fylgja mær.
    Bert Jesus gevur hjartafrið,
    Harri, fylgi eg tí tær!