Cleopatra

Orð og lag: Holgar Jacobsen

Hon kemur smæðin fram á gólvið
tekur sín fyrsta dans
mangir hyggja eftir henni
ynskja sær sama kjans
Sjálvt um skymligt er í stovu
royktám skuggar okkar sjón

Hon dansar løtt og kát er fegin
Hesa dimmu nátt
Hvør mann sleppa heim við henni
hvør man fáa tað gott
Sjálvt um skymligt er í stovu
royktám skuggar okkar sjón

Hon er nútíðarinar Cleopatra
í trælbindur og niðurleggur sinn
Hon er framtíðarinar Primadonna
so von og vøkur okkar hvørvisjón

Brátt so tónleikurin tagnar
gólvið verður tómt
Man hon út á geilar reika?
Og hvør man sleppa við
Sjálvt um skymligt er í stovu
royktám skuggar okkar sjón

Hon er nútíðarinar Cleopatra
í trælbindur og niðurleggur sinn
Hon er framtíðarinar Primadonna
so von og vøkur okkar hvørvisjón

FavoriteLoadingGoym tekstin