Dag um dag tíðin fer

Joseph Barnby
Orð: Árni Jacobsen
Lag: Joseph Barnby

1. Dag um dag tíðin fer,
ein dagur øðrum fylgir.
Broytist mangt eins og hav,
skiftir frá logn til bylgjur.
Ættarlið kemur, og ættarlið fer,
ein øld brátt farin og nýggj komin er.
Ein tó ei broyting kennir:
Prísið Harranum, tí hann ævigur er!

2. Dag um dag leiðin ber
nærri teim føgru strondum.
Brátt ein dag skal Guds fólk
flyta úr heimsins londum
inn í tann Himmal, har Frelsarin er,
heim til tann bústað, sum hann okkum ger,
hann, sum ei broyting kennir.
Prísið Harranum, tí hann ævigur er!