Dagsins eyga sløknar nú

Orð: Elias Blix
Lag: Knút Olsen
Týtt: Símun Mikal Zachariasen

1. Dagsins eyga sloknar nú,
og tað móti kvøldi líður;
náttin breiðir myrkrið út,
skuggin undan fjalli stígur.
Jesus, hjartans sól so bjørt,
ver mítt ljós, tá nátt er svørt.

2. Hvørja kvøldstund, tá ið eg
eftir dagsverk hvíld man leita,
kæri Jesus, varðveit meg,
tú vilt hjálp og trygd mær veita.
Jesus, sum mær alt ger gott,
ver mítt ljós á hvørji nátt.

3. Lýs tú yvir meg tín frið,
Jesus, sól og stjørna bjarta;
ver mítt ljós og hægsta mið,
verj meg móti myrkri svarta.
Stjørna, yvir húsi statt,
Jesus, ver mítt ljós í nátt.

4. Tá ið lívið sloknar út,
og eg undir mold man sova,
lýs mær tá, mín góði Guð,
– eg skal tær í ljósi lova.
Myrkurs veldi hvørvur brátt,
Jesus, lýs í deyðans nátt.

FavoriteLoadingGoym tekstin