Dagsins ljós enn ungt man loga

Orð: Mikkjal á Ryggi

Dagsins ljós enn ungt man loga
yvir Jorsals bjørtu borg.
Harrans lið er tungt at skoða,
niðurboygt av svørtu sorg.
«Deyður er vár kæri Krist,
hann, vit væntaðu so vist,
frelsari oss skuldi vera,
Ísrael til heiðurs bera.»

Sjá, Maria Magdalena
aðru ferð at grøv hon gekk,
sára mundi hon seg vena,
henni tár á kinnum hekk,
eygu ei frá jørð hon slær,
kennir ei, hvør stendur har.
«Kanst tú, hvar hann er, mær siga?»
Blídligt ljóðar tá: «Maria!»

Lívsins ljós nú er upprunnið,
sorgin er til gleði vend,
Jesus hevur deyðan vunnið,
frelsa er til fólkið send,
endað er vár tyngsta sorg,
høgt til himlafaðirs borg
takkarsong lat ljóða víða,
lov og prís frá jørð upp stíga.

Fegnist fólk í øllum londum,
fegnist fólk á sjónum við!
Loyst úr Sátans syndabondum
eiga vit nú sælan frið!
Øll vár synd er søkt í hav,
hvørja illgerð fyrigav
náðiríkur oss Guð faðir.
Skulu vit ei vera glaðir!

O, tú halgi páskamorgun!
Jesus deyðan yvirvann!
Loyst frá syndum, loyst frá sorgum,
sælan frið várt hjarta fann,
vón í heimsins stríð og neyð,
styrk í lívi, troyst í deyð,
gleði ta, sum við skal vara,
tá vit hittast í Guðs skara.

FavoriteLoadingGoym tekstin