Dagsins ljós í kvøldarský

Orð: George Washington Doane
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur okkurt um 1963.

Dagsins ljós í kvøldarský
hvørvur handan fjallalíð.
Dagsverk mítt nú lokið er,
Jesus, kom og hjá mær ver.

Tú, sum gjølla alt kann sjá,
alt, ið dult er foldum á,
veit mær náði, sælan frið,
mína synd tú strika við.

Skjótt kann sløkna lívsins ljós,
lær meg halda rætta kós,
langt frá pínslu, langt frá sorg
veit mær búgv í himlaborg.

Rættvísur tú sjálvur vart,
tó tú várar syndir bart.
Jesus, mær av náði gev
ævigt lív, tá endar strev.

FavoriteLoadingGoym tekstin