Dagur brátt er liðin

Sabine Baring-GouldJoseph Barnby
Orð: Sabine Baring-Gould
Lag 1: Sabine Baring-Gould
Lag 2: Joseph Barnby
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Now the day is over

1. Dagur brátt er liðin,
nær nú náttin er,
myrkur kvøldarskuggi
yvir landið fer.

2. Jesus, gev teim veiku
blíða hvíldarstund.
Lat tú troytta eyga
finna søtan blund.

3. Lat tú tínar einglar
veita trygga skjól,
breiða sínar veingir
yvir náttarból.

4. Men tá aftur lýsir,
rísa skal eg tá,
heilagan og reinan
Harrin meg skal sjá.