Dagur er nú farin

Orð: Brita á Váli Smith
Lag: Regin Guttesen

1. Dagur er nú farin,
sólin fór í kav,
mánin skínur á myrka hav,
svevur fólk og fæ.

2. Sov nú, lítla barnið,
eingil varðar teg,
særdi ein teg á tínum veg,
gloym – og onnur gleð.
Gud, eg takki tær
fyri dag, ið var,
heilsuna gavst mær.

3. Ongantíð tú svevur,
einki er tær loynt,
morgun tíðliga og kvøldið seint,
okkum hevur goymt.

4. Sonin okkum gavst tú,
kom úr himmalhøll,
doyði krossdeyðan fyri øll.
– Trúgvið á hann nú!
Æruna tú fært
fyri ljósið bjart,
okkum hevur vart.

5. Vit tær vilja prísa
fyri hvønn ein dag,
takk, tú hevur á okkum sæð,
fylgir dag um dag.