Dagur koma skal brátt

Orð og lag: Jim Hill
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: What a day that will be

1. Dagur koma skal brátt,
tá eg land hómi hátt.
– Eingi skýggj fyri sól,
fyri sjón ei longur skjól.
Friður valdar ævigt har;
gyltar strendur birtast mær,
rík ein stund, fagnaðarstund verður tað.

Niðurlag: Ríka stund, løta sæl,
tá eg Jesus skoða skal,
síggi andlit hans so kært,
sum mær í náðini gav part.
Tá hann tekur meg í hond
og leiðir meg í lyftislond,
rík ein stund, fagnaðarstund verður tað.

2. Sorg ei nemur tann stað,
sálin finnur har læ,
eingin pína og sótt,
eingin kvølfull skilnarsótt.
Allar ævir skal eg tá
búgva Faðir mínum hjá,
rík ein stund, fagnaðarstund verður tað.

FavoriteLoadingGoym tekstin