Dagur líður, fagur, fríður

Orð: Valdimar Briem
Týtt: Petur Jacob Sigvardsen
Viðmerking: Týddur í 1994.

1. Dagur líður, fagur, fríður,
flýgur tíðin í aldaskeyt.
Sólgeislar níga, stjørnurnar stíga
stilt nú og milt upp á himnabreyt.
Streymar niður náð og friður,
nú er búgvin øll dagsins treyt.

2. Líður dagur, fríður, fagur,
skjótt so kemur hin myrka nátt,
stjørnurnar loga á bláum boga,
tigandi leiða tær hugin hátt
til at droyma í himni heima,
alt meðan maður svevur søtt.

3. Dagur fríður, fagur líður.
Faðir blíða, vær tøkkum tær!
Bjart læt hann skína sólstrálu sína,
góðska hans varir, um sortnar jørð.
Góðar nætur, góðar nætur
gevur Gud fólki um fjall og fjørð.

4. Firrast fagur, fríður dagur,
fagur dagur tó aftur rís:
Ævigur dagur, undurfagur,
sól skínur ævigt í Paradís.
Yndisfagur, himnastaður,
sæl er gleðin, ið har er vís.

FavoriteLoadingGoym tekstin