Dagur líður, sólin lækkar

Orð: Absalon Absalonsen
Lag: Charles Davis Tillman

1. Dagur líður, sólin lækkar,
skjótt hon undir fjallið fer.
Enn mong sál í myrkri fjakkar,
óvissu og ótta ber.
Kom og sig teim, kæri bróðir,
at eitt ljós er tendrað her,
at ein hvíldarstaður góður
troyttum sálum goymdur er.

Niðurlag: Størsta verk, tú her kanst inna,
er at boða krossins frið,
størsta virði, tú kanst vinna,
er ein sál, ið vendir við.

2. Mong ein sál er nívd av longsli,
saknar gleði, hvíld og frið,
situr enn í Satans fongsli,
nærkast ævini hvørt stig.
Bróðir, kom og ber teim orðið
um tann Gud, sum elskar tey,
um tann vin, sum hevur borið
alla heimsins synd og neyð.

3. Áh, hvør stórt at kunna bera
hesi søtu gleðiboð:
Sálir kunnu frelstar verða,
tí Gud elskar heimin so,
at sín son hann vildi senda,
legði vára straff hann á,
so við trúgv til hann at venda
ævigt lív hvør sál kann fá.

FavoriteLoadingGoym tekstin