Dagur ljósi farin er

Orð: Sólrun Michelsen
Lag: Magni Husgaard

Dagur ljósi farin er,
stilnar nú um gøtur.
Friðurin við loti fer
yvir fjall og fløtu.

Sígur sólin handan sýn,
skýggj í lofti loga.
Ber, um tað er vilji Tín,
næsta morgunroða.

Hendur stillar, sinnið kyrt,
hvíldargóð er stundin.
Uttanfyri náttarmyrkt,
signi Guð mær blundin.

FavoriteLoadingGoym tekstin