Dagur skýmir fyri nátt

Orð: Mary A. Lathbury
Lag: William F. Sherwin
Týtt: Árni Jacobsen
Upprunaheiti: Day is dying in the west

1. Dagur skýmir fyri nátt,
ljósið svinnur, myrkt er brátt.
Harri, tú, sum ljósið gav,
varðar meg, til nátt er av.
Eg prísi tær!
Verdur, verdur, verdur,
Harri og Gud!
Skaparverk títt stórbært er,
skaparverk títt lov tær ber,
tú heiður fær.

2. Heimsins nátt skjótt enda fær,
morgun roðar fyri mær,
Harri, skjótt tú koma skal
eftir skarum uttan tal.
Eg prísi tær!
Verdur, verdur, verdur,
Harri og Gud!
Har í Zions fagra stað
í hin endaleysa dag
tú heiður fær.