Danmørk

Orð: Jóannes Patursson
Lag 1: Regin Dahl
Lag 2: André Ernest Modeste Grétry
Viðmerking: Yrktur í Danmark í tíðini, tá Jóannes Patursson var fólkatingsmaður 1901-02.

1. Eg veit eitt land, so lágligt sett
við havumgirdum strondum,
sum er og hevur verið mett
við prís í Norðurlondum.
Tað landið Danmørk nevnist svá,
so vænt sum ungmoy er at sjá,
tá brosið leikar vørrum á,
og kínið berst í hondum.

2. Har bókin fríð í viðalund
við sínum leyvum leiftrar,
har akurin á víðu grund
so aksatungur veittrar.
Har angar væl um apaldgarð,
og allar staðir móti tær,
hvar eygað fram á fløttar sær,
tann blíða blóma kveitir.

3. So mangur steig á foldum har
við frælsismót’ í bringu,
teir bóru brandar fyri sær
og ikki undan gingu,
men ruddu rás og brutu slóð,
so kynstrið kring um landið vóð:
tá eyktist lív og mentan góð,
og danir frama fingu.

4. Nú stígur tað sum mynsturbú,
sær mongum øðrum fremri,
tí fólkið hevði fasta trú
at náa ikki skemri.
Tá brekar ikki gøtan hát,
um viljin er sum harðast stál,
tá munar um og slepst á mál,
um enn í tógvum tíma.

FavoriteLoadingGoym tekstin