Dansa, dansa

Orð og lag: Sidney Carter
Týtt úr amerikonskum: Karsten Hoydal
Upprunaheiti: Lord of the dance

1. Eg dansaði tann morgunin,
verðin varð til,
eg dansaði við mána, sól og stjørnum undir lið,
kom niður av himni á jørð at dansa har,
í Betlehems bygdini borin varð.

Niðurlag: Dansa, dansa, har ið tú kann,
dansins harri eri eg, segði hann,
eg vil leiða øll, hvønn einasta mann,
eg vil skipa í dansinum, segði hann.

2. Fyri skriftlærdum eg dansaði og farisearum,
teir vildu ikki dansa og fylgja stevinum,
men Jóhannes og Jákup, teir fiskimenn, eg sá,
teir tóku undir við mær, so dansurin helt á.

3. Eg dansaði á sabbat og lekti lamnan mann,
og gýðingarnir róptu og vildu mær ann,
teir góvu mær koyrilin og nektaðu meg
og negldu meg á krossin, har doyði eg.

4. Eg dansaði ein fríggjadag, loftið gjørdist svart,
at dansa við devlinum á bakinum er hart,
teir løgdu meg í grøvina, og øll tey hildu tá,
at nú var spælið úti, men dansurin helt á.

5. Tey nívdu meg niður, men eg til hæddir fleyg,
tí eg eri sjálvt lívið og ongan kenni deyð,
og vilt tú í mær liva, eg liva skal í tær,
eg eri dansins harri, eg sigi tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin