Dansur uttan teg

Terji Rasmussen
Orð: Heri Kragesteen og Terji Rasmussen
Lag: Terji Rasmussen

Eygu møtast – hjarta títtar
hittast eygnabrá
girndin vaknar øgulig og rá
Rúmið treingist – sansir leika
vilt á gólvi tá
tankar fløkjast – greiða er ei á

So nú kann eg bert dansa
í allar ævir uttan teg
í einseminar spurningi
eg havi bara meg

Dreymur brestur – streingir tagna
hugur horvin er
eg gangi eina her í egnu verð
Morgun kemur – vónin livur
um ein nýggjan dag
eg veit um løtur ei eg havi sæð

So nú kann eg bert dansa…

Góða lurta nú – bíða mær í kvøld
far ei frá mær tú – lívga mær mín kvøl

Eygu møtast – hjarta títtar
hittast eygnabrá
girndin vaknar øgulig og rá
Morgun kemur – vónin livur
um ein nýggjan dag
eg veit um løtur ei eg havi sæð

So nú kann eg bert dansa…