Dansur

Orð: Tummas Napoleon Djurhuus
Lag: Anette Bonde

Spælið! spælimenn, spælið!
slaghørpu, cello, trompetir.
Tónið løg út í rúmið,
tøgnin at hjartanum setir.

Spælið! spælimenn, spælið!
lagið um longsilin bjarta,
lagið um lukku og látur
– doyvið mítt dukandi hjarta.

Spælið! spælimenn, spælið!
lokkandi, tølandi tema,
trákendar, trølsligar rútmur
– hjartað av trega er tremað.

Spælið! spælimenn, spælið!
fyllið mær høll við musikki,
uggandi, lúgvandi løgum.
Hon elskar, elskar meg – ikki!
Spælið!

FavoriteLoadingGoym tekstin