Dansurin

Orð: Anker Eli Petersen
Lag: Terji Rasmussen

Ljósið bleiktrar vilt,
og tónleikurin slær,
tubbaksroykur hylir
eina fylta dansihøll.
Rúmið er ov trongt
og frammanfyri mær
dansar nú ein genta
púra einsamøll.

Hon dansar runt og gloymir
eina løtu tíð og stað,
ein stund í millum stjørnurnar,
so frí og líkaglað.

Kvøldið rennur út,
fjøldin stendur tøtt,
gráir skuggar treingjast
um eit lítið dansigólv.
Hon lýsir burtur úr,
leikandi og løtt,
dansar hon úr degnum,
tá ið klokkan fer um tólv.

Hon brosar út í tómleikan
á síni dreymaferð,
eitt stjørnuskot, ið flytur seg
langt út í aðra verð.

Hon dansar inn í ljósið,
tá ið morgun er í nánd,
glíður still og syrgin
inn í veruleikans bond.

FavoriteLoadingGoym tekstin