So dapur er dagurin – sólin burt fer

Orð: Meta av Fløtum
Lag: Andrew Thomsen

1. So dapur er dagurin – sólin burt fer,
ein maður ein kross á herðunum ber.
Hvør er hann? „Ein ránsmaður!“ svarið tað er,
„hann Gud hevur spottað og dømdur er her.“

2. Tó eygu hans bera eitt kærleikans brá,
so mildur hann hyggur fjøldina á.
Ei hoyrist eitt suff, tó hann líða so má,
er stillur sum lambið, tó spott fær og háð.

3. Hoyr, lurta, hvat orðið mær sigur her!
Ei er hetta maður, ið sekur er.
Nei, Sonur Guds lýðin í deyðan nú fer,
eitt fullkomið offur til Gud hann fram ber.

4. Tó syndleysur, Faðirin døma hann má,
hann synd mína ber, so eg fríur kann stá.
Í angist tá rópar hann Faðir sín á:
„Hví, hví fórt tú frá mær?“ Ei svar fær hann tá.

5. Í deyðsangist løn hann at síggja tó fær,
ein ránsmaður trúði – og lyftið tað bar.
„So satt, tú í Paradís kemur við mær!“
„Tað fullgjørt er!“ ljóðar, hann sigraði har.

6. Eitt fylgi so syrgið til grøvina fer,
tó deyðin ei binda kann Gudssonin her,
nei, hátt ljóðar røddin: „Hann er ikki her,
hann risin er upp, far tey boðini ber!“

7. Eg prísi tær, Faðir, og lovsyngi tær,
at Son tín tú sendi, hann tøkkina fær.
Í hásæti tínum hann situr, teg sær.
Ein bústað mær ger hann, skjótt flyti eg har.

FavoriteLoadingGoym tekstin