Darva kann mangt meg vegnum á

Orð: W. Oliver Cooper
Lag: Minzo C. Jones
Týtt: Flóvin Tyril
Upprunaheiti: Heaven will surely be worth it all

1. Darva kann mangt meg vegnum á,
byrðar so tungar, mangt myrkt og kalt,
eymliga Jesus teskar tá:
„Dýrdin víst verða skal verd tað alt!“

Niðurlag: Dýrdin víst verða skal verd tað alt,
verd alla sorg, tú her kenna skalt,
aftan á lívsins stríð og tár,
dýrdin víst verða skal verd tað alt.

2. Freistingar, royndir, vónbrot, stríð,
stundum mær lívsmálið hava fjalt,
søtt tá at hoyra orð so blíð:
„Dýrdin víst verða skal verd tað alt!“

3. Mótgongd og kvøl eg tola vil,
lutin, ið Harrin mær hevur valt,
satt skal tað roynast um eitt bil:
„Dýrdin so víst gjørdist verd tað alt!“

FavoriteLoadingGoym tekstin