Í Dávids húsi opnað er kelda rein og klár

Orð og lag: Aage Samuelsen
Týtt: Kajfinn Hammer
Upprunaheiti: I Davids hus er åpnet en kilde ren og klar

1. Í Dávids húsi opnað er kelda rein og klár
av dýrdarinnar Harra sum lekir syndasár;
ein veldig kraft til frelsu frá Guði flýtur her,
kom, drekk av beri náði so fátækur, tú er’.

2. Hvør trúarhetja Harrans av hesi keldu drakk,
og styrki fíggindanna ei móti teimum rakk.
Ja, sigursrópið gelti, Guðs einglar vístu veg,
Guðs kraft varð opinberað og fólkið frøddi seg.

3. Hví hokna tínar hendur? Guðs á her fløðir full,
av hunang’ landið flýtur, av lyftum undurfull!
Við trúgv hvør forðan víkur, hvør múrur falla man,
syng: Æra, halleluja, mín Guð ei svíkja kann!

4. Um tú í stríðsins glymjan gerst mótleys, troytt og tyst,
so drekk av lívsins keldu, tá sanna skalt tú vist,
at eygu tíni klárna, at lívgað gerst tín ond,
at sjúkdómsleinkjur bresta, tí loysna eru bond.

FavoriteLoadingGoym tekstin