Deginum eg bíði eftir

Orð: Samuel Trevor Francis
Lag: Franz Joseph Haydn, Wiliam Samuel Bambridge
Týtt: Victor Danielsen

1. Deginum eg bíði eftir,
skínandi og signaðum,
tá ið henda sorgarnáttin
svinnur fyri ljósinum,
tá ið eg skal Harran síggja,
langt frá tárum, synd og sorg,
allar ævir hann tilbiðja
har í lívsins ljósu borg.

2. Ljósinum eg bíði eftir –
tó í trúgv eg síggi tað –
av tí bjørtu morgunstjørnu,
sum skal skyggja klárt ein dag;
gjøgnum gráu dimmalætting
síggi eg tað stíga hátt,
ljósið, sum skal reka burtur
hesa tungu, døpru nátt.

3. Harranum eg bíði eftir,
sum læt lívið fyri meg,
og sum lovar: Eg skal koma
heim til mín at taka teg.
Fótspor hans eg nærum hoyri,
skjótt, áh, skjótt hann koma má,
og mær leingist, ja, mær leingist
honum brátt at búgva hjá.

FavoriteLoadingGoym tekstin