Deyði Magnus Heinasonar

Orð: Poul F. Joensen
Lag: Hanus G. Johansen

Siti eg eins og ljónið,
ið lokkað í fellu er,
bundin av donskum trælum,
feldur á sigrandi ferð,
sakleysur dømdur til deyða,
– teir lúrdu mong Harrans ár –
tó um meg sjálvan eg ikki
felli eitt einasta tár.

Føroyar, mítt føðiland Føroyar,
mítt neyðar happaða land,
hvør skal nú vera tín verja,
og breðga mót ránsmonnum brand;
ogn tín av landi er drigin,
meinslað smábørn og menn,
hertiknar fjallalands døtur:
av harmi eg grísli tenn.

Var bert sjórænarin verstur –
men verri hin ránsmaður var,
sum í tíni borg tók valdið
og sýgur mergin úr tær,
rakdanin feitilendi
gjørdi mítt fjallprúða heim,
tú ert sum ræið, har ravnar
gorrandi halda gleim.

Fríborna oyggjaslagið
traðkað í díkið er.
Eg vildi okið kvetta,
tí siti eg bundin her,
so djúpt er Føroyingur sokkin,
at landsins álitismenn
krúpa sum bankaðir hundar –
vaknið og vísið tenn!

Teir selja land og seg sjálvar,
bert Danin rós teimum ber,
hvørt leggald, ið danskt kann gala
brátt teirra avgudur er,
teir látast helvitis kalar
mót landsmonnum bondskir í gerð,
men dintil er oman høvdið,
bert Dani í eygsjón er.

Aldri eg skomm tær gjørdi,
hvar eg um heimin var,
Írarnar heim aftur rak eg
og stygdi Skotar frá tær;
virdur í Spanialandi,
vítt bar eg, Føroyar, títt navn,
Brittar og Hálandsmenn flýddu,
orð fleyg av mær havn úr havn.

Hoyri eg hurðar ríkja,
hel fyri durum er,
kundi eg gloymt tín vanda,
eg fór sum til brúðleypsferð,
er tað tú, kolsvarti prestur,
skriftamál mítt tú hoyr,
lat so Valkendorf frætta,
hvussu ein Føroyingur doyr.

Trýrt tú, eg óttist deyðan,
at tú setir dirvi í meg,
nei, hálshvíti, gudilig lótir
rína so lítið við meg.
Jú, tit tæna kærleikans drotti,
sum steikja í túsundvís
frægastu menn og kvinnur
honum til æru og prís.

Deyðin ein leikbróðir var mær
við Grønlands ísbardu strond,
á Atlants stormgoystu bylgju,
við sólfevndu Miðalhavs lond.
Er eitt land handan sýni,
øll hittast á einum stað,
men, um so er ella ikki,
eg fái at vita í dag.

Lær teg at ganga í deyðan
eins og til veitslu, sum eg,
vaktari, lat okkum fara,
teir skulu ei bíða meg,
vilt tú meg blinda, bøðil,
títt neyðardýr, kennir tú meg.
Hevur tú frætt, at Magnus
nakrantíð bliknaði?

Mangan mót deyðanum havi
eg herjað og veitt honum fong
av Turkum og Fransum, tá knøttur
sang brakandi gravarsong;
rist ei á hondum, trælur,
tá tú høggur sakleysan mann,
bið Valkendorf ikki gráta,
tá hevndin fær kløur í hann.

Bøðil, flyt meg úr hiemi,
eg vamlist at liva her,
hvar trælir seg sleikja til valdið
eins og nú Valkendorf ger;
øll míni brøgd og roysni
Føroyingum vígdi eg.
Føroyar farvæl, mín móðir,
eydnan signi tín veg.

FavoriteLoadingGoym tekstin