Deyður við tær, Harri, tú ert nú mín

Orð: Daniel Webster Whittle
Lag: May Whittle Moody
Týtt: Arnfinnur Setberg og Zacharias Zachariassen
Upprunaheiti: Moment by moment

1. Deyður við tær, Harri, tú ert nú mín,
lívið tú gavst mær, tú kallar meg tín.
Vend mær mót tær, og mær dýrd tína sýn
– dag eftir dag, Harri, á meg tú skín!

Niðurlag: Dag eftir dag, Harri, elskar tú meg,
dag eftir dag, Harri, lív eigi eg.
Vend mær mót tær, so tín dýrd lýsir mær
– dag eftir dag, Harri, ert tú mær nær.

2. Hótti meg freisting, tú altíð vart nær,
tyngdu meg byrðar, tú við mær tær bar,
skar sorgin hjartað, eg troyst fekk og svar
– dag eftir dag, Harri, vernd vart tú mær.

3. Hjørtu, sum suffa í trongd og í neyð,
sorgtyngd, sum knógva um einsligan heyg,
alt, sum tey sakar, at flýggja tú beyð
– dag eftir dag, Harri, varði tú tey.

4. Er nakar veikleiki, tú ikki vann,
er nøkur sjúka, tú grøða ei kann?
Í øllum umstøðum vegin tú fann
– Jesus, mín troyst, hvat so baga enn man.

FavoriteLoadingGoym tekstin