Dirvi og lívsmót frá tær eg fekk

Orð og lag: Arnold Børud
Týtt: Páll á Lakjuni
Upprunaheiti: Livslyst

Niðurlag: :,: Dirvi og lívsmót frá tær eg fekk,
tá eg í synd og vónloysi gekk.
Fyri eitt nýtt lív takki eg tær,
Jesus, sum fann meg, tá eg vilstur var. :,:

1. Treysti og megi – mær tørvar tað
til hvønn ein strongdan gerandisdag.
Styrki og kraft eg finni í tær.
Ein tøkk er mítt aftursvar.

2. Takk, at tú varðar og verjir meg,
at eg hvønn dag kann líta á teg.
Kalli eg á títt heilaga navn,
eg finni tín opna favn.

FavoriteLoadingGoym tekstin