Djarvur stíg á sannleiksleið

Orð og lag: Philip Paul Bliss
Týtt: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Standing by a purpose true (Dare to be a Daniel)

1. Djarvur stíg á sannleiksleið,
ger tað, sum er rætt,
framá, vík í stríðnum ei,
men fast sum Dániel statt!

Niðurlag: Torir tú sum Dániel
eina standa her?
Torir sannleika tú fylgja,
hvørja leið tað ber?

2. Mangur sterkur maður sveik,
tá ið mest galt um,
tá hann sá hin harða leik
mót vreiðum fíggindum.

3. Goliat enn falla má
fyri tí, sum kann
eina her við Gudi stá
og líta bert á hann.

4. Halt tí sannleiksmerkið hátt,
tá ið stríðið brann,
stinnur statt, tá myrk er nátt,
og vinn, sum Dániel vann!

FavoriteLoadingGoym tekstin