Djúpa, ríka Jesu náði

Orð: Samuel Trevor Francis
Lag: Thomas J. Williams
Týtt: Victor Danielsen

1. Djúpa, ríka Jesu náði,
botnleys, ómáld, sterk og frí,
víð sum havið, ið ei tømist!
Hana søkkur sál mín í.
Undir mær og rundan um meg
er hitt stóra náðihav;
fram hon leiðir, heim hon leiðir,
til ta hvílu, Harrin gav.

2. Djúpa, ríka Jesu náði!
Ber frá strond til strond tey boð,
at hans náði ei umskiftist,
at hann elskar, elskar so,
at hann aldri gloymir síni,
doyði til at frelsa tey,
biður fyri teimum altíð,
bjargar teimum út úr neyð!

3. Djúpa, ríka Jesu náði,
dýra, søta Jesu navn,
hjartans størsta, besta lukka,
sálarinnar trygga havn!
Djúpa, ríka Jesu náði,
himmal her á jørð hjá mær!
Upp til dýrd hon meg skal lyfta,
ævigt goyma har hjá tær.

FavoriteLoadingGoym tekstin