Djúpa, sæla vissa: Frelsarin er mín

Orð: Å. Åkesson
Lag: T. W. Eirestål
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Djúpa, sæla vissa: Frelsarin er mín,
synd mín øll varð løgd á Hann!
Himmalsk gleði fyllir hjarta, sál og sinn,
hvønn ein dag eg syngja kann:

Niðurlag: :,:Hvønn ein dag eg syngja kann::,:
Søta, djúpa vissa: Frelsarin er mín!,
hvønn ein dag eg syngja kann!

2. Djúpa, sæla vissa: Guð meg hevur frelst,
eg ei vilstur gangi nú;
hvíli í Hans lyftum, kenni søtan frið,
meir enn hvat eg hevði trúð!

3. Djúpa, sæla vissa: Jesus livir enn,
Hann hin sami er í dag!
Eingin fría kann sum Hann hvønn syndatræl,
bara Hann kann gera tað!

4. Djúpa, sæla vissa: Himmalin er mín,
frelst mín sál í ævitíð!
Hoyr, á, kæra sál, sig, er hann vorðin tín?
Kanst tú sangin tríva í?

FavoriteLoadingGoym tekstin