Djúpari, djúpari boyggi eg meg

Orð: Eliza E. Hewitt
Lag: Ókendur
Týtt úr donskum: Victor Danielsen
Upprunaheiti: Dybere, dybere bøjer jeg mig

1. Djúpari, djúpari boyggi eg meg;
fyll meg við kraft til at vitna um teg!
Boygdur í støvið eg biði teg: Ver
tú tann, ið fyllir meg heilt og meg ber!

Niðurlag: Djúpari boygdur, djúpt fyri tær –
verðin skal einki eiga í mær;
biðjandi hyggi eg, Harri, á teg –
Jesus aleina, nokk fyri meg!

2. Djúpari, djúpari boyggi eg meg;
krossfest meg heilt, ger meg líkan við teg!
Boygdur av tínari veldigu hond –
fyll meg nú heilt, slít tey seinastu bond!

3. Djúpari, djúpari boyggi eg meg;
kom, lyft meg upp, sum tín Gud lyfti teg!
Av tí, sum einki kann vera og er,
virka tær kanst tú eitt nýtiligt ker.

FavoriteLoadingGoym tekstin