Djúpt í hjarta tínum víst ein longsil býr

Orð og lag: C. Austin Miles
Týtt: Hanus M. Hansen
Upprunaheiti: Look for me

1. Djúpt í hjarta tínum víst ein longsil býr
um at náa Himmalin,
fyri har at síggja øll tey frelstu, sum
undan okkum fóru inn.

Niðurlag: Spyr tá eftir mær, eg verði har,
verði har, verði har.
Spyr tá eftir mær, eg verði har
av Guds náði bert.

2. Tá við vinum tú ígjøgnum staðin fert,
dýrar skattir síggja fært,
og tú skoðar landið, tað sum her á fold
mangan tyktist tær so fjart.

3. Tá tú hoyrir songin frá teim frelstu, sum
runt um Lambsins trónu stá,
og tú hoyrir tónarnar teir vøkru, tá
tey tær gyltu hørpur slá.

4. Tá tú fyri Jesusi har boyggir knæ,
hann, sum Kongur konga er,
tá í undran tú hans andlit skoðar har,
sum sítt blóð læt flóta her.