Djúpt í míni sál ein songur er

Orð og lag: Luther B. Bridgers
Týtt: Árni Jacobsen (ørindini) og Brynleif Hansen (niðurlagið)
Upprunaheiti: There’s within my heart a melody

1. Djúpt í míni sál ein songur er,
Jesus sigur milt við meg:
„Óttast ei, eg hjá tær vera skal,
hvat ið enn skal hótta teg.“

Niðurlag: Jesus, Jesus, Jesus,
besta navn og ogn.
Fyllir hjartans longsil,
broytir lívsins ódn til logn.

2. Lív mítt lagt í oyði var av synd,
hjarta mítt í ótta lá.
Jesus slitnar streingir aftur bant,
nýggir tónar hoyrdust tá.

3. Um hann gjøgnum skugga leiddi meg,
og um gøtan ósløtt var,
gangi eg tó treystur á tí leið,
Frelsarin gekk undan mær.

4. Skjótt vælkomnum Jesus býður mær
heim í dýrdina hjá sær,
og sum ljóð av mongum vøtnum tá
songurin skal ljóða har.