Djúpt í mínum hjarta tónar hetta lag

Orð: Petur William Háberg
Lag: Jens Guttesen

1. Djúpt í mínum hjarta tónar hetta lag:
Jesus, hann er mín, Jesus, hann er mín!
Dýrari enn áður er tað mær í dag:
Jesus, hann er mín, hann er mín!

Niðurlag:
Syng, mín sál, hann hevur teg loyst,
fyri teg hans blóð varð út oyst!
Dýrari enn áður er tað mær í dag:
Jesus, hann er mín, hann er mín!

2. Dýrt í dagsins hita sum á dimmu nátt:
Jesus, hann er mín, Jesus, hann er mín!
Dýrt, tá sálin bivar, falla vil í fátt:
Jesus, hann er mín, hann er mín!

3. Tá ið sorgir tyngja, hetta ugga kann:
Jesus hann er mín, Jesus, hann er mín!
Tá ið stuðlar víkja, hetta halda man:
Jesus, hann er mín, hann er mín!

4. So ein ljósan morgun skal eg sælur sjá:
Jesus, hann er mín, Jesus, hann er mín!
Glaður skal eg prísa Harra mínum tá;
Jesus, hann er mín, hann er mín!

FavoriteLoadingGoym tekstin