Djúpt mær í hjarta býr gleðin

Orð og lag: A. A. Ketchum
Týtt: Kajfinn Hammer

1. Djúpt mær í hjarta býr gleðin,
Jesus har gav mær Sín frið;
á, hvør ein undurfull frelsa,
á, hvør ein søt harmoni!

Niðurlag: Tí man eg syngja hin sangin,
sangin um Jesus, mín vin!
Hann er mín Frelsari vorðin,
eigi nú Himmalin.

2. Einans eitt vet av Hans góðsku,
meira ei tørvar mær tá;
bara eg líti at Jesus,
alt eg tá greitt her man sjá.

3. Fagrastur er Hann av øllum,
fagur sum liljan Hann er;
samkenslu, várkunn Hann sýnir,
streymar av náði Hann ber.

FavoriteLoadingGoym tekstin