Drag, Jesus, meg

Hans Adolph Brorson
Orð: Fr. Funcke/Hans Adolph Brorson
Týtt: Edm. í Garði

Drag, Jesus, meg
á himmalveg,
so fylgi eg við longsli
hagar tú, mín Jesus, gekk
heim úr gravarfongsli.

Drag, Jesus, meg
á himmalveg
frá heimsins streymi stríða,
so mítt hjarta aldri meir
skal í syndum líða.

Drag, Jesus, meg
á himmalveg
at Sions brúdleypsgleimi,
tí eg kundi annars lætt
vilst í hesum heimi!

Drag, Jesus, meg
á himmalveg
at tínum ljósu sølum,
vandafull er leiðin mín
her í jarðardølum!

Drag, Jesus, meg
á himmalveg
til tína ríku gleði!
Millum frelst mítt hjarta tá
prísar tær so fegið!

FavoriteLoadingGoym tekstin